Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, hevur nú vunnið sær ph.d.-heiti
25.03.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Væleydnað ph.d.-verja hjá Inga

Í gjár vardi Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, sína ph.d.-ritgerð í støddfrøði og hevur nú phd.-prógv

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum fekk í gjár nýggjan ph.d. í starvshópin, tá Ingi Heinesen Højsted fekk ph.d.-prógv eftir at hava vart sína ritgerð.

Hansara ph.d.-ritgerð snýr seg um møguleikar og vansar við dynamiskum geometri-forritum í undirvísing í støddfrøði. Hetta hevur hann kannað í sambandi við at stimbra førleikamenning hjá næmingum, tá tað ræður um skilvísa hugsan, argumentatión og próvførslu.

Starvsfelagar á Námsvísindadeildini fylgja við verjuni hjá Inga í gjár. Verjan var talgild og fyriskipað á DPU á universitetinum í Århus

Ritgerðin eitur, "Toward marvels in dynamic geometry teaching and learning: Developing guidelines for the design of didactic sequences that exploit potentials of dynamic geometry to foster students’ development of mathematical reasoning competency".

Í ritgerðini verður dentur lagdur á fýra møguleikar við dynamiskum geometriforritum (so sum GeoGebra), sum ikki eru, tá blýantur og pappír eru amboðini:


1. Draging - hetta er møguleikin at draga í og broyta geometrisk skap, meðan ávísir eginleikar varðveitast.


2. Afturboðan -  at forritið mótmælir, tá okkurt verður gjørt, sum ikki samsvarar við geometriskt ástøði.


3. Máting - hetta er møguleikin at máta skap og broyta tey, meðan mátingarnar alt fyri eitt verða dagførdar.

4. Slóða - at síggja slóðina, ið geometrisk skap gera, tá tey verða drigin.


Ingi Heinesen Højsted vísir á ein vansa, sum kann vera. Hetta er, tá dynamisk geometri-forrit kunnu gerast ein myndugleiki, og at næmingar hava trupult við at skilja týdningin av at skula prógva teir geometrisku samanhangirnar, sum tey hava upplivað við forritinum.


Ph.d. ritgerðin lýsir, við støði í einari spurnakanning, hvussu og um møguleikarnir við dynamiskum geometri-forritum verða nýttir í fólkaskúlanum í Danmark nú.

Víst verður á, at forritini verða nógv brúkt, serliga GeoGebra, men at teir nýggju møguleikarnir verða lítið brúktir. Tað eru tær somu uppgávurnar, sum fyrr vórðu loystar við blýanti og pappíri, sum nú verða loystar í GeoGebra.

Leiðureglur vórðu mentar, ið lýsa, hvussu undirvísing kann skipast, soleiðis at møguleikarnir, ið dynamisk geometri-forrit hava, verða gagnnýttir, og bilbukt kann fáast við vansarnar. Hesar leiðureglur vórðu fyrst mentar ástøðiliga, og síðani við støði í dáta, ið var savnað inn í ymiskum donskum fólkaskúlum.

Ingi Heinesen Højsted saman við familju síni eftir væl úr hondum greitt arbeiði

Lesið meira her.

Vit ynskja Inga Heinesen Højsted hjartaliga til lukku við ph.d.-próvnum!