Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, handar Ingu Kristiansen ph.d.-prógv og blómur
Brynhild Thomsen
06.12.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Væleydnað ph.d.-verja hjá Ingu

Seinnapartin fingu vit ein ph.d.-ara aftrat, tá Inga Kristiansen helt eina sannførandi ph.d.-verju í Kongshøll  

- Tað er heilt fantastiskt!

Røddin á Ingu Kristiansen ljómar av lætta og gleði, tá vit ynskja henni til lukku við ph.d.-heitinum, sum hon fekk seinnapartin eftir væleydnaða verju í Kongshøll á Vestaru bryggju.

- Eg eri so glað fyri, at tað er liðugt, og eg gleði meg til at sleppa at granska víðari, sigur hon.

Frá klokkan 13 til umleið 16 stóð hon í andglettinum og vardi sina ph.d.-verkætlan um tey bæði týdningarmestu sløgini av djóraæti, sum eru norðan fyri Føroyar. Reyðæti er tað vanligara slagið, og harumframt er eitt størri slag, sum rekur norðanífrá tey tíðarskeiðini, tá rák av køldum sjógvi eystan fyri Ísland er sterkt. Kannað er, hvussu nøgdir, nøring og vøkstur hjá ætinum eru tengd at árstíðum, gróðri og skiftandi styrki hjá havstreymum.

Eisini hevur Inga Kristiansen kannað føði og ferðingarmynstur hjá norðhavssild í sambandi við nøgdirnar av djóraæti, sjóvarhita og havstreymar. Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri betur at skilja hetta føðsluríka og umbroytiliga havøkið, og hvussu skiftandi náttúruviðurskifti ávirka sildina.

Andmælingar tráðspurdu Ingu Kristiansen um ymisk viðurskifti. Annar var norski professarin, Hein Rune Skjoldal frá Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt í Bergen, hin Jeffrey Runge, professari á School of Marine Science við University of Maine. Anni Djurhuus, adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum var forkvinna í ph.d.-próvnevndini.

Verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini, Felagnum Nótaskip, Fiskivinnurgransking og Havstovuni.

Verjan varð partvíst avgreidd á zoom, tí amerikanski professarin og andmælingurin var staddur í USA, og so varð verjan eisini stroymd á rásini hjá Fróðskaparsetrinum á youtube. Tað var hóskiligt at síggja sjógvin liva uttan fyri rútarnar, meðan Inga greiddi frá um sína gransking í tí, sum í havinum livir

Hein Rune Skjoldal er professari á Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt í Noregi. Hann var fyrstur at andmæla seinnapartin, og Inga Kristiansen dugdi sera væl at svara fyri seg

Jeffrey Runge, professari á School of Marine Science við University of Maine, setti spurningar úr skrivstovu sínari í USA, og hann rósti Ingu Kristiansen fyri megnararbeiðið, hon hevur gjørt

Á vøkrum enskum máli greiddi Inga Kristiansen klárt og greitt frá sínum granskingarúrslitum, og hon svaraði sannførandi upp á spurningarnar, sum andmælingarnir høvdu

Anni Djurhuus, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, var forkvinna í próvnevndini, og eftir andmælini leiddi hon voteringina, sum fór fram í afturlætnum rúmi. Her er hon júst afturkomin við úrslitinum: Inga Kristiansen er okkara nýggjasti ph.d.-ari

Og so var bara eftir hjá Hans Paula Joensen, dekani, at ynskja Ingu Kristiansen hjartaliga til lukku og geva henni ph.d.-prógv og blomstur. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, har Inga hevur gjørt sína gransking, var eisini í Kongshøll og lýddi á - og eisini hann gav Ingu blomstur, og so hevði hon tvær bukettir:

Ritgerðin hjá Ingu Kristiansen hevur heitið “Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea - links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring”. Ph.d.-útbúgving hennara var skipað í samstarvi millum Setrið og Havstovuna. Vegleiðarar vóru Eilif Gaard, Hjálmar Hátún og Sigrun Jónasdóttir frá DTU-Aqua 


Frá vinstru: Eilif Gaard, Hein Rune Skjoldal, Inga Kristiansen, Anni Djuruus, Hjálmar Hátún og Jeffrey Runge á stórskíggjanum

Hvat skalt tú so nú?, spyrja vit Ingu Kristiansen, áðrenn hon sleppur at anda út.

- Jamen, eg havi fingið pengar til at granska víðari, sigur hon beinanvegin. 
- Vit hava nógvar aðrar skurðar at granska í føroyskum sjóøki, og tað fari eg nú at gera, sigur nýkosni ph.d.-arin.

Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja Ingu Kristiansen hjartaliga til lukku!

Síggið ph.d.-verjuna her.