Væleydnað ph.d.-verja hjá Louise
Louise M. Carlsen hevur vart sína ph.d.-ritgerð um CAS í roknifrálæru
Fyrr í mánaðinnum vardi Louise M. Carlsen, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, sína ph.d.-ritgerð um, hvussu serligar telduskipanir til bókstavarokning – Computer Algebra Systems ella CAS – kunnu brúkast til at styrkja byrjanarundirvísingina í algebra.
Ritgerðin kallast: "Teachers’ Practice and Knowledge on School Algebra with CAS."
Verjan fór fram í nýggja Niels Bohr instituttinum á Københavns Universitet. Til bar eisini at fylgja við á Zoom
Metingarnevndin segði m.a. um ritgerðina, at hon fevnir um eitt stórt og samansett øki. Dentur verður lagdur á týdningarmikil granskingarevni, og áhugaverd og væl grundað úrslit verða løgd fram. Um verjuna søgdu tey, at Louise M. Carlsen hevði eina góða framløgu og var stinn í kjakinum, sum fevndi víða um øll viðurskifti í granskingini, bæði teoretiskt, praktiskt og samfelagsligt.
Eftir verjuna mælti metingarnevndin til, at Louise M. Carlsen fær tillutað ph.d.-heitið.
Louise M. Carlsen hevur verið innskrivað á Institut for Naturfagenes Didaktik á Københavns Universitet og starvast á Fróðskaparsetrinum, fyrst á Námsvísindadeildini, síðani á Náttúruvísindadeildini.
Carl Winsløw, professari á Institut for Naturfagenes Didaktik hevur verið høvuðsvegleiðari, og Gunnar Restorff, professari á Náttúruvísindadeildini hevur verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru:
Morten Misfeldt, professari, Institut for Naturfagenes Didaktik, Københavns Universitet, formaður
Berta Barquero, lektari, University of Barcelona
Hamid Chaachoua, professari, University of Grenoble
Ritgerðin kann lesast og takast niður her.
Vit ynskja starvsfelaga okkara hjartaliga til lukku!
Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...