Nýggi ph.d.-arin millum sínar vegleiðarar, Mariu Skaalum Petersen og Marin Strøm, eftir strævnu verjuna í Kongshøll (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
09.09.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Væleydnað ph.d.-verja hjá Marnari

Seinnapartin stóð Marnar Fríðheim Kristiansen sina ph.d.-verju um krabbameinsepidemiologi í Føroyum

- Um tú kundi sett títt dreymatoymi til at arbeiða víðari við tínum týdningarmikla arbeiði, hvør skuldi so sitið í tí?

Hetta var seinasti spurningurin frá andmælingunum seinnapartin, sum annars beinhart høvdu tráðspurt Marnar Fríðheim Kristiansen um granskingina, sum liggur til grundar undir ph.d.-ritgerðini, sum nú skuldi dømast.

Granskingin hjá Marnari vísir, at hóast vit hava færri krabbameinstilburðir í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum, so doyggja kortini ikki færri av krabbameini her enn í grannalondunum.

At hetta er eitt mál, sum verður ella eigur at verða tikið í álvara, varð kanska staðfest av teimum mongu royndu læknunum og starvsfólki annars í heilsuverkinum, sum vóru komin í Kongshøll í dag.

Hesin seinasti spurningurin, sum Liesbeth Van Eycken, Dr. og leiðari fyri Krabbameinsskrásetingini í Belgina, setti, var kanska tann einasti av mongum, sum fekk eitt vet av fjáltri á Marnar: Um hann sat fyri borðendan og kundi valt av ovastu hill, hvørji hevði hann so biðið til sítt "dreymatoymi?".

Beint frammanundan, men eftir mangar borandi og kritiskar spurningar, hevði hon sagt, at Marnar átti at fingið góða fígging til at hildið fram við sínum góða gerningi. Men nú hon spurdi um, hvørji fakfólk hann hevði viljað havt í sítt dreymatoymi, fóru eyguni at flákra eitt sindur.

- Eg havi fingið góða hjálp frá lesandi, sum eg vóni vilja halda fram á hesi leiðini, svaraði hann.

Og so var leyst og liðugt. Marnar Fríðheim Kristiansen hevur nú staðið sína ph.d.

Hjartaliga til lukku! 

Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini, prátar við Lars Fodgaard Møller, landslækna eftir verjuna í Kongshøll

Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, og Gurið Andórsdóttir, leiðari á Ílegusavninum, høvdu eisini okkurt at práta um eftir ph.d.-verjuna hjá Marnari

Marnar Fríðheim Kristiansen og Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

- Eingin hevur verið til so nógvar ph.d.-verjur sum eg, sigur Maria hjá Oddvør Skarðhamar. Og tað man passa, tí hon er trúgv, tá borðreiðast skal við kaffi og øðrum góðum. - Fyrr í tíðini var tað ómetaliga sjáldsamt við ph.d.-kandidatum, men nú er nógv styttri ímillum, sigur Maria

Onkur má vera um yngsta alvan, meðan pápin verjir sína gransking inni í høllini. Tað ger Diana, konusystirin. Lítli Súni hevur fepur, men svevur væl

Marnar Fríðheim Kristiansen varð tráðspurdur um gransking sína í ritgerðini, men svaraði væl fyri seg. Við borðið sótu Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini, Henrik Møller, professari m.a. á Aalborg Universiteti, og Liesbeth Van Eycken, leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia

So er verjan staðin. Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, handar Marnari blómur og ph.d.-prógv frá Fróðskaparsetri Føroya

Umboð fyri Team Rynkeby Føroyar, sum savnar pening inn til børn við hættisligum sjúkum, komu eisini at heiðra Marnar. Tað er Krabbameinsfelagið, sum umsitir peningin, sum Rykeby Føroyar savnar inn við at súkkla

Bjarni á Steig, yvirlækni og hjálparvegleiðari, saman við vegleiðarum, formanni og andmælingum. Í miðjuni nýggi ph.d.-arin við blómum og prógvi

May-Britt Skoradal, varadeknur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, Jóngerð Midjord, sjúkrarøktarfrøðingur, og Mariann Patursson, økonoma