University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Louise verjir sína phd (2).JPG

Louise Meier Carlsen í eldinum á Niels Bohr Instituttinum í Keypmannahavn

21.10.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin

Væleydnað ph.d.-verja hjá Louise

Louise M. Carlsen hevur vart sína ph.d.-ritgerð um CAS í roknifrálæru

Fyrr í mánaðinnum vardi Louise M. Carlsen, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, sína ph.d.-ritgerð um, hvussu serligar telduskipanir til bókstavarokning – Computer Algebra Systems ella CAS – kunnu brúkast til at styrkja byrjanarundirvísingina í algebra.

Ritgerðin kallast: "Teachers’ Practice and Knowledge on School Algebra with CAS."

Verjan fór fram í nýggja Niels Bohr instituttinum á Københavns Universitet. Til bar eisini at fylgja við á Zoom

Metingarnevndin segði m.a. um ritgerðina, at hon fevnir um eitt stórt og samansett øki. Dentur verður lagdur á týdningarmikil granskingarevni, og áhugaverd og væl grundað úrslit verða løgd fram. Um verjuna søgdu tey, at Louise M. Carlsen hevði eina góða framløgu og var stinn í kjakinum, sum fevndi víða um øll viðurskifti í granskingini, bæði teoretiskt, praktiskt og samfelagsligt.

Eftir verjuna mælti metingarnevndin til, at Louise M. Carlsen fær tillutað ph.d.-heitið.

Louise M. Carlsen hevur verið innskrivað á Institut for Naturfagenes Didaktik á Københavns Universitet og starvast á Fróðskaparsetrinum, fyrst á Námsvísindadeildini, síðani á Náttúruvísindadeildini.

Carl Winsløw, professari á Institut for Naturfagenes Didaktik hevur verið høvuðsvegleiðari, og Gunnar Restorff, professari á Náttúruvísindadeildini hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Morten Misfeldt, professari, Institut for Naturfagenes Didaktik, Københavns Universitet, formaður
Berta Barquero, lektari, University of Barcelona
Hamid Chaachoua, professari, University of Grenoble

Ritgerðin kann lesast og takast niður her.

Vit ynskja starvsfelaga okkara hjartaliga til lukku!

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing