University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_8197.JPG

Gunnar Restorff, professari, handar Ásu prógv og blómutyssi. (Foto: Martin N. Simonsen)

Martin N. Simonsen
14.08.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin

Væleydnað Ph.d. verja um gaping í laksi

Seinnapart vardi og stóð Ása Jacobsen sína ph.d.-roynd við enska heitinum "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.)"

Ph.d.-verjan hjá Ásu Jacobsen var í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Vegnað koronu-smittuni var sera avmarkað við plássi til áhoyrarar í sjálvari høllini, og verjan var tískil ístaðin talgild á zoom og send á youtube.

Ása Jacobsen hevur verið innskrivað á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hon lat ritgerðina um gaping í laksi inn í februar í ár í samstarvi við Fiskaaling.

Verjan fór fram gjøgnum internetið, har metingarnevndin við Dr. Phillip Pope, lektari á Norwegian University of Life Sciences, Dr. Samuel Martin, professari á University of Aberdeen, og formanni Dr. Sissel Beate Rønning, granskari á NOFIMA (Norwegian Institute for Food Research), sótu frammanfyri hvør sínari teldu og spurdu Ásu spurningar um ritgerðina, meðan Ása sjálv var í Kongshøll. 

Vit ynskja Ásu Jacobsen hjartaliga til lukku við síni ph.d.-ritgerð.

Síggið ph.d.-verjuna, sum var seinnapartin, her

Vegleiðari Svein-Ole Mikalsen og Gunnar Restorff professarar á Fróðskaparsetri Føroya eygleiddu verjuna.

Einans heilt fá fólk fingu loyvi til at verða inni í Kongshøll.

Ása hátíðarhildin uttanfyri Sjóvinnuhúsið fyri sítt avrik.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum