Væl varð tikið ímóti granskarunum í dag umborð á Christiani í Grótinum í Klaksvík, har sjómannadagar hava verið alla vikuna
Væleydnað vísindalig ráðstevna endaði í Klaksvík
Fyrsti vertsskapurin hjá Føroyum og Fróðskaparsetri Føroya av altjóða ráðstevnuni um búskap í ali- og fiskivinnuni eydnaðist heilt væl, og avgjørt er nú, at næsta IIFET-ráðstevnan verður í Vietnam í 2028
Ikki er lætt at gera samandrátt av altjóða ráðstevnuni, IIFET2026, sum hesa vikuna á fyrsta sinni hevur verið í Føroyum við Fróðskaparsetri Føroya sum verti.
Skráin um búskap í ali- og fiskivinnu var bulmikil við 209 framløgum av 238 vísindaligum íkastum, ið eru skapt av 486 høvundum. Umleið 250 luttakarar hava verið við á ráðstevnuni, har eisini varð borðreitt við fyrilestrum og kjaki fyri almenninginum.
Ráðstevnan, sum hesa ferð hevur fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, grunni undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Betri-samtakinum, varð hildin undir yvirskriftini "Altjóða samrøða um burðardygga fiskivinnu og alivinnu".
IIFET-ráðstevnan hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani 1982 við leiðandi serfrøðingum í fiski- og alivinnubúskapi, har mest átrokandi avbjóðingarnar og møguleikarnir í burðardyggari umsiting av havtilfeingi verða viðgjørdir og umrøddir. Og soleiðis var eisini hesa vikuna.
Til ber at lesa úrdrøgini úr mongu framløgunum HER.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, setti almenna tiltakið mánadagin 17. august, sum varð hildið dagin fyri, at sjálv ráðstevnan byrjaði. Í setanarrøðuni vísti Bárður á stóra týdningin, sum fiskivinna og alivinna hava fyri føroyska búskapin og samfelagið.
- Málið er at skapa størst møguligt virði úr okkara sjófeingi og samstundis tryggja, at tilfeingið verður umsitið burðardygt. Góðar politiskar avgerðir um fiskivinnuna mugu byggja á gransking, men vit hava eisini tørv á vitan og royndum hjá teimum, sum virka í vinnuni, segði landsstýrismaðurin m.a.

Hans Ellefsen, varadekanur og lektari í búskapi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur staðið á høvdinum í seinastuni sum høvuðsfyriskipari av ráðstevnuni. Í heilum vóru eisini boð eftir honum frá miðlum, sum vildu frætta meira um innihald og endamál við at savna so nógvar altjóða granskarar í Føroyum at umrøða búskap í sambandi við ali- og fiskivinnu. Her er tað Dagur og vika hjá Kringvarpi Føroya, sum tráðspyr Hans

Daði Már Kristófersson er fíggjarmálaráðharri í Íslandi, men hann hevur eisini bakgrund sum professari í fiskivinnubúskapi. Daði greiddi frá íslendsku skipanini og segði m.a., at umsetiliga kvotaskipan teirra hevur givið eina effektiva og lønsama fiskivinnu, men at stórar avbjóðingar og eisini ósemjur eru.
Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya gjørdi samrøðu við fíggjarmálaráðharran, men hon snúði seg um komandi fólkaatkvøðuna tann 29. august, har íslendingar skulu taka støðu til, um farast skal undir samráðingar við ES um limaskap. Daði er stórur forsprákari fyri íslendskum ES-limaskapi.
Beint áðrenn hann kom til Føroya, fekk hann eina kronikk almannakunngjørda í Visir, har hann m.a. skrivar, at "gamla verjan hjá smátjóðum – altjóða reglur og avtalur – er viknað. Tí eigur Ísland at kanna, um ES-limaskapur og møguliga evran kunnu geva landinum eina sterkari politiska og búskaparliga verju í framtíðini."
Í kronikkini endurgevur hann eisini kendu orðini hjá íslendska havrættarserfrøðinginum, Hans G. Andersen: "Fyri eitt lítið land eru lógir tess svørð og skjøldur". Andersen skrivaði hetta í 1970, tá Ísland stríddist fyri at víðka fiskimarkið úr 12 út á 50 fjórðingar. Hóast heimurin er nógv broyttur síðan tá, heldur Daði, at grundhugsanin framvegis er galdandi: Altjóða rættur og avtalur eru ein tann týdningarmesta verjan hjá smáríkjum mótvegis stórveldum, og tí mælir hann íslendingum at atkvøða ja á fólkaatkvøðuni.
Lesið kronikkina HER.
Hoyrið samrøðuna í KVF HER.

Unn Laksá er stjóri í Sjókovanum. Hon hevði eina fína og sera upplýsandi framløgu um, hvussu vit kunnu umseta vitan og vísindi til virðismiklan stuðul undir avgerðum, sum takast skulu um fiskivinnuna.
Lesið meira um Sjókovan HER.

Erin Steiner frá amerikanska hav- og fiskivinnustovninum NOAA legði fram um, hvussu tey arbeiða í USA. M.a. greiddi hon frá avbjóðingum, sum tey hava við at savna fesk hagtøl í risastóra landinum, har fiskivinna als ikki spælir fyrstu violin, sum hon ger í Føroyum og Íslandi m.a.
NOAA stendur fyri National Oceanic and Atmospheric Administration. Tað er ein amerikanskur almennur stovnur undir handilsmálaráðnum (U.S. Department of Commerce).
NOAA arbeiðir m.a. við veðri, havi, veðurlagi, fiskivinnu og havtilfeingi. Undir NOAA er NOAA Fisheries, sum granskar og umsitur amerikanska fiskivinnu og fiskastovnar

ICES, sum stendur fyri International Council for the Exploration of the Sea, var væl umboðað á IIFET-ráðstevnuni í Føroyum. Alan Haynie, aðalskrivari var við, og her er tað Angela Munch, sum heldur framløgu um arbeiðið hjá ICES, sum hevur staðið á odda fyri altjóða samstarvi um havfrøði síðani 1902.
Sum sæst á glæruni, so er visjónin hjá ICES at tryggja burðardygga nýtslu av høvunum við óheftari, vísindaligari vitan og ráðgeving.

Í steðginum brúkti Ruth Vang, fyrrverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, høvið at práta við íslendska fíggjarmálaráðharran. Ruth og Daði hava fleiri ferðir hitst áður í altjóða politiskum samanhangi

Óli Breckmann, fyrrverandi politikari, hevði eisini leitað sær á vísindaligu ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum.
Tá orðið eftir pallborðskjakið í høllini var frítt, setti hann kritiskan lupp á ávísa vísindaliga ráðgeving, sum hann sigur skaðar sjómenn, og vildi vita, hví granskarar ikki eisini taka avleiðingar av skeivari ráðgeving. Hann nevndi í hesum sambandi vaksandi kópastovnar, sum eta ørandi nøgdir av fiski, og sum ikki verða minkaðir.
Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, sum sat í panelinum, segði í hesum sambandi frá sínum egnu royndum, hvussu trupult tað kann vera at fáa undirtøku fyri at avmarka stovnar av súgdjórum, so sum kópastovnar. M.a. greiddi hon frá einum máli í Skotlandi, har tað einasta rætta vísindaliga hevði verið at dripið burtur av kópastovninum, men at hetta var sum at rætta hundi brand, tí kópur har vekir so stórar kenslur hjá fólki. Samstundis var eitt líknandi mál við ov stórum kópastovni í Grønlandi, har tey sjálv skutu upp at brúka kóp sum lívvirkið brennievni.
- Hetta sigur nakað um, at einfalt er tað ikki, segði Unn út í høllina.

Durita í Grótinum (v.m.) er stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries. Her prátar hon m.a. við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni. Durita tók eisini lut í pallborðsorðaskiftinum eftir steðgin

Nakrir tinglimir vóru eisini komnir til almenna tiltakið í sambandi við IIFET2026. Frá vinstru: Magni Højgaard úr Sambandsflokkinum, Ruth Vang úr Framsókn, Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðveldi, Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum og Ben Arabo úr Javnaðarflokkinum. Ben umboðaði sum tann einasti politiska sjónarhornið undir pallborðsorðaskiftinum, sum í sera stóran mun snúði seg um, hvussu tvørligt tað er at umseta drúgt og torskilt vísindaligt tilfar til brúkiligar og einfaldar tilráðingar, sum politikarar hava tørv á í sínum arbeiði

Alan Haynie, aðalskrivari í ICES, var orðstýrari og royndi ta truplu avbjóðingina at fáa okkurt slag av felags evni at birtast í kjakinum. Tað var ikki lætt, tí viðurskiftini millum londini eru so ómetaliga ymisk, og leikluturin hjá teimum í panelinum tað sama. Men eitt høvdu tey til felags kortini: Tey vóru samd um, at granskarar ikki duga nóg væl at umseta sína gransking, so at politikarar, sum skulu taka avgerðir, skilja hana og kunnu brúka hana betur. Íslendski fíggjarmálaráðharrin, sum sjálvur hevur bakgrund sum granskari, kendi báðar síðurnar, og segði m.a., at 800 síður við grafum og óteljandi fyrivarnum flytir einki politiskt. Eftir kjakið stóð kanska, at vísindastovnarnir eiga at gagnnýta samskiftisførleikar betur í sínum virki.
Frá vinstru sita Unn Laksá, Durita í Grótinum, Ben Arabo, Angela Munch, Erin Steiner, Daði Már Kristófersson og Alan Haynie.

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, bíðar eftir, at høllin fyllist árla týsmorgunin 18. august, tá hann alment setti sjálva ráðstevnuna. Í setanarrøðu síni segði rektarin m.a.:
- Fá lond í heiminum eru so bundin at fiskivinnu og alivinnu sum Føroyar. Vit framleiða tað, sum svarar til umleið 35 kilo av fiski um dagin fyri hvønn íbúgva í Føroyum.
- Tí eru spurningar um fiskivinnu og alivinnu serliga týdningarmiklir fyri okkum: Hvussu umsita vit okkara havtilfeingi væl, hvussu skapa vit virði úr tí, og hvussu tryggja vit, at hetta kemur samfelagnum sum heild til góðar?
- Gransking hevur ein týðandi leiklut; hon útvegar vitan, bjóðar etableraðum hugsanarháttum av og er við til at skapa grundarlag fyri væl grundaðum avgerðum. Fyri Fróðskaparsetrið hevur tað serligt virði at savna altjóða gransking og serfrøði á einum øki, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
- Vit vóna, at ráðstevnan fer at birta undir góðar samrøður, nýggj sjónarmið og nýggj sambond tvørtur um landamørk og millum gransking, vinnu og almennar myndugleikar, segði rektarin


Fiskur hevur av sonnum staðið í miðdeplinum í Føroyum hesa vikuna, bæði í høvuðsstaðnum við hesi stóru vísindaráðstevnuni um búskap í ali- og fiskivinnu, og sanniliga eisini í Klaksvík, sum alla vikuna hevur spent seg út við eini ørgrynnu av vísindaligum, vinnuligum, politiskum og sosialum tiltøkum í sambandi við Sjómannadagin 2026, sum av álvara verður settur í morgin, 22. august.
Her er eitt lið av granskarum frá IIFET2026 umborð á Christiani í Grótinum, har Bogi Rasmussen, skipari, tók væl ímóti. Eisini vóru tey á gátt hjá Hanusi Hansen á JFK.
Luttakararnir á IIFET2026 kundu hendan seinasta dagin velja millum seks ymsar útferðir og virkisferðir. M.a. á Ocean Rainforest og Bakkafrost

Felagsmynd tikin av Hotel Føroyum, har tey flestu gistu hesa vikuna.
Hans Ellefsen, fyriskipari, sigur, at hann hevur fingið so avbera góðar afturmeldingar frá luttakarunum um ráðstevnuna, karmarnar í Norðurlandahúsinum, á Hotel Føroyum osv.
Og tá Eivør Pálsdóttir var fús at syngja, so kemur ikki óvart á, at ikki eitt eyga var turt :-)
