Tina K. Jakobsen
09.12.2011
Skriva út

Væleydnaðar studentaframløgur

Fyrr í vikuni høvdu MA-studentarnir Birna Olsen og Tóta Árnadóttir framløgur um føroyskar nútíðaryrkingar.


07. desember var studentatiltak í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

MA-studentarnir Birna Olsen og Tóta Árnadóttir høvdu framløgur um føroyskar nútíðaryrkingar. Framløgurnar vóru partur av skeiðinum "Yrkingar 1980-2010" hjá Turið Sigurðardóttir.

Birna Olsen legði fram yrkingina "Ársfrágreiðingin" hjá Jóanesi Nielsen og Tóta Árnadóttir hevði framløguna "Tað "vulgera" og "groteska" í modernaðum føroyskum yrkingum". Framløgan tók støði í yrkingum hjá Tóroddi Poulsen, men kom perifert inn á skaldskap hjá Jóanesi Nielsen eisini. 

Eini 15-20 áhoyrarar vóru til framløgurnar, bæði vísindastarvsfólk og aðrir studentar á Føroyamálsdeildini.