University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Væleydnaður Altjóða Mannfólkadagur í Norðurlandahúsinum

Væleydnaður Altjóða Mannfólkadagur í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 19. november skipaði Javnstøðunevndin saman við Norðurlandahúsinum og Fróðskaparsetrinum fyri einum VITSKU-tiltaki við kynsgranskarunum Kenneth Reinicke og Firouz Gaini, har evnið var menn og javnstøða. Eini 50 fólk høvdu leitað sær til væleydnaða tiltakið í Skálanum í Norðurlandahúsinum.


Skráin var í tveimum pørtum. Kl. 14.00 var virðislønti heimildarfilmurin "The Mask You Live In" sýndur. "Hetta var ein sera sterkur filmur," segði onkur luttakari aftaná, meðan onnur søgdu, at hetta er ein filmur, sum øll foreldur at dreingjum áttu at sæð. Filmurin kann síggjast á Netflix (https://www.netflix.com/search?q=The%20Mask%20You%20Live%20In). Les meira um filmin her: http://therepresentationproject.org/f…/the-mask-you-live-in/

Kl. 16.00 byrjaði VITSKU-tiltakið við fyrilestrum, tónleiki og kjaki. Eftir at Olavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini, hevði sett VITSKU-tiltakið, helt Firouz Gaini, lektari í antropologi og samfelagsvísindum, fyrilestur um mannfólkaleiklutin í føroyskum konteksti. Síðandi helt Kenneth Reinicke, lektari á RUC, fyrilestur um leiklutin hjá monnum í dag – m.a. í kjalarvørrinum av #metoo rørsluni. Aftaná var høvi at seta spurningar. Spurningarnir vóriu nógvir og kjakið var lívligt.

Eisini var tónleikur við Marius Hans Marius Ziska og Allan Tausen og Mikael Blak.

Her eru myndir frá tiltakinum.
































Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00