11.11.2011
Føroyamálsdeildin Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Val av studentaumboði til stýrið

Til studentavalið mikudagin 30. november 2011 á Setrinum, hava 6 valevni stillað upp til valið.


Kunning um skipan av studentavalinum 2011

Til studentavalið mikudagin 30. november 2011 á Setrinum, hava 6 valevni stillað upp til valið.

Valevnini eru:

  • Sunniva Klæmintsdóttir Olsen, B.Sc. lesandi í sjúkrarøktarfrøði  
  • Elisabeth Steinberg, B.S.Sc. lesandi í stjórnmálafrøði  
  • Teitur Vágadal, B.Sc. lesandi í sjúkrarøktarfrøði
  • Rósely Reynstind, B.S.Sc. lesandi í samfelagsvísindum
  • Petra Eystberg, B.S.Sc. lesandi í samfelagsvísindum
  • Tórir Mikkelsen, B.S.Sc. lesandi í stjórnmálafrøði

 
Valnevndin, samansett av Maluni Marnersdóttir, Eileen Vang og Sjúrða Hansen, hevur tikið avgerð um, at í ár verður høvið at velja studentaumboð á deildunum valdagin.

Valið verður skipað soleiðis, at høvi verður at velja á: 

  • Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbsgøta 16 - kl. 9.00 – 10.00
  • Læraraskúlanum, Frælsið 20 - kl. 10.30 – 11.30
  • Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, J. Broncksgøta 25 - kl. 13.00 – 14.00
  • Søgu- og samfelagsdeildini, J. Broncksgøta 25 - kl. 13.00 – 14.00
  • Náttúruvísindadeildini,Nóatún 3 - kl. 14.30 – 15.00


Øll lesandi, ið standa á vallistunum, ið hanga frammi á deildunum, hava valrætt. Tey, sum hava valrætt, hava rætt til at atkvøða við øll omanfyrinevnd valstøð valdagin, til ásettu tíðirnar.

Høvið verður eisini at avgreiða brævatkvøðu á Setursskrivstovuni í J.C. Svabosgøtu 14, í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 21. november til mánadagin 28. november frá kl. 9.00 – 15.00.