04.12.2018
Lestrarskrivstovan
Skriva út

Val av umboði fyri tey lesandi í stýrið hjá Fróðskaparsetri Føroya

Nú er tíðin komin til at tey lesandi á Setrinum gera sína rødd galdandi og velja sær eitt umboð í stýrið.

Í ár eru tvey valevni á listanum og tey eru: Casper Rosen og Jan Egil Kristiansen.

Valið byrjar mánadagin 10. desember og endar mánadagin 17.desember á midnátt.

Vit hava valt at brúka eina talgilda skipan til valið og øll fulltíðarlesandi fáa eitt serstakt leinki til atkvøðugreiðsluna sendandi í vikuni.

Gott val!