23.10.2009
Skriva út

Valfundur fyri lesandi

Valfundur verður í Ovastovu, Nóatún, mánadagin 26. oktober 2009, kl. 13.


Valfundur verður fyri øllum lesandi á Fróðskaparsetrinum mánadagin 26. oktober 2009 kl. 13, í Ovastovu, tætt við Náttúruvísindadeildina, í Nóatúni.

 

Tey 3 valevnini:

Johann Jansson Petersen

Sigmund Petur Skorastein 

Tina K. Jakobsen

 

fara at greiða frá, hví tey hava stillað upp til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.

 

Hetta er tín einasti møguleiki fyri at fáa greiðu á, hvør teirra fær tína umráðandi stemmu á valinum fríggjadagin 6. november 2009, so minst til at seta hesa løtuna av, og møt í Ovastovu mánadagin 26. oktober 2009 kl. 13.

 

Vinarlig heilsan
Valnevndin