Nýggj lesandi á sjúkrarøktarfrøði í Kongshøll í morgun - tey eru eini hálvthundrað í tali (Foto: B.T.)
Brynhild Thomsen
17.08.2020
Setrið
Skriva út

Varlig byrjan í masku

Nýggj lesandi á Fróðskaparsetrinum høvdu sín fyrsta dag í dag. Smittan, sum aftur gongur í samfelagnum, setti sín dám á, men nú er sjøtul settur á

289 nýggj lesandi høvdu sín fyrsta dag á Fróðskaparsetrinum í dag.

Innleiðsluvikan er vanliga full av stórum tiltøkum við nógvum luttakarum, men Covid-19 hevur skert teir møguleikarnar í ár. Fyri at halda tilmælini um frástøðu hevði Setrið í dag býtt tey lesandi á fyrsta ári upp í smærri bólkar, og tilsamans vórðu átta tiltøk hildin í dag.

Byrjað varð í Kongshøll á Vestaru bryggju klokkan níggju í morgun, har umleið hálvthundrað nýggj lesandi á sjúkrarøktarfrøði møttu. Øll, sum kundu, vórðu biðin um at vera í masku, og hetta setti sín dám á prátið millum tey lesandi og undirvísarar.

At vera í masku er nýtt fyri tey flestu, og hesar ungu kvinnurnar tosaðu eisini um, hvussu løgið tað kennist. Maska verður annars ikki kravd, tá neyðuga frástøðan kann haldast

Dagur og vika sendir í kvøld eitt innslag frá innleiðslufundinum í Kongshøll í morgun. "Hetta eru søguligar myndir, sum vit eisini eiga at hava í savninum", segði redaktørurin. Her fylgir myndamaðurin, Gestur J. Lómstein, einum lesandi upp trappurnar í Sjóvinnuhúsinum

Chik Collins, rektari segði m.a., at heiminum tørvar, at tey lesandi røkka á mál í útbúgvingunum, so tey kunnu geva sítt íkast til at loysa teir mongu trupulleikar, sum leika á

Arnfríð Joensen Dahl, journalistur spurdi, hvussu Setrið hevur tillagað lestrarbyrjanina í ár. Chik Collins segði, at gransking vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at nýggj lesandi fáa eina góða byrjan við góðum persónligum sambondum, og at hetta hevur fremstu raðfesting hjá Setrinum. Sí innslagið í Degi og viku her