University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
“VeðurlagsBroytingarList í útnorðri”
24.11.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

“VeðurlagsBroytingarList í útnorðri”

Fríggjadagin 27. og leygardagin 28. november 2015 verður skipað fyri listaframsýning í nýggja bygninginum hjá Bank Nordik í Havn.



“Climate Change Art in the West Nordic “


Evnið í listaframsýningini er veðurlagsbroytingarnar, sum longu eru farnar at merkjast ymsastaðni kring heimin – og ikki minst í útnorðri. Komið verður inn á ovurnýtslu av tilfeingi, dálking, C02 útlát men eisini inn á, hvat vit kunnu gera fyri at bøta um skaðarnar, sum longu eru hendir.

Á listaframsýningini verða verk hjá m.a. hesum listafólkum sýnd fram:

  • Bardur Dal Christiansen,
  • Livar Nysted,
  • Lilliane Svøðstein,
  • Selma Ellingsgaard
  • Ronja Nysted
  • Marita Vestergaard
  • Astrid Andreassen
  • Ole Wich
  • Vigdis Petersen,
  • Rannvá Holm Mortensen
  • Helena Maria Weihe


Eisini verða listaverk hjá næmingum i 4., 5., 6. og 8. flokki í Skúlanum á Fløtum sýnd fram.

Framsýningin er almenn og verður fríggjadagin 27. november frá kl. 10 til 15 og leygardagin 28. november frá kl. 13 til 16.

Mynd, ið er partur av hesum tíðindaskrivi, er av listarverki, sum Sigrið F. Hansen og Miriam Í Grótinum í 6.e í Skúlanum á Fløtum hava gjørt.

Stigtakarar til framsýningina eru lesandi í útbúgvingini Nordic Studies, Governance and Sustainable Management á Fróðskaparsetri Føroya.

Luis Pellecier, Jón Kragesteen og Guðrið Helenudóttir Krúnufjall

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum