Tær eru klárar hvønn dag at geva ráð til lesandi (Foto: Martin Simonsen)
Brynhild Thomsen
19.03.2020
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Vegleiða lesandi á zoom

Summi kenna seg einsamøll, nú smittuvandi forðar fyri vanligari lestrarsamveru, og tí er talgild lestrarvegleiðing á Setrinum nú tøk mánadag, mikudag og fríggjadag - og týsdag og hósdag á enskum, um tørvur er

Í gjár høvdu lestrarvegleiðararnir á Setrinum sína fyrstu lestrarvegleiðing á forritinum zoom, og eftir tí, sum skilst, so  riggaði væl.

Afturmeldingarnar frá studentunum eru, at tað er gott at hava eitt stað, har lesandi kunnu møtast til eitt prát og at seta spurningar.
Avleiðingarnar av brádligu broytingini frá vanligu undirvísingini til fjarundirvísing eru m.a., at summi eru sera einsamøll um dagarnar.

Bróta einsemi

Tað er týdningarmikið, at vit í hesi undantaksstøðuni minnast til at røkja okkara sálarheilsu. Nøkur av ráðunum eru, at vit eru sosial gjøgnum netið, og at vit royna at varðveita mynstrið í vanliga gerandisdegnum.
- Vit vilja skapa eitt stað, har vit kunnu vera saman og tosa um ymiskt í sambandi við lesturin og lestrarlívið, nú fjarundirvísingin er byrjað, so einsemið ikki fyllir ov nógv, siga teir tríggir lestrarvegleiðararnir á Setrinum.

Lestrarvegleiðingin fer fram á forritinum zoom, og øll lesandi hava fingið leinki og vegleiðing um, hvussu zoom verður brúkt.

Nær er opið?

Lestrarvegleiðing verður á zoom mána-, miku- og fríggjadagar kl. 10.00-11.00.

Um onkur hevur tørv á vegleiðing á enskum er møguleiki fyri tí týs- og hósdagar kl. 10.00-11.00.

Hóast talgildu lestrarvegleiðingina skulu lesandi kortini ikki halda seg aftur við at ringja ella skriva til lestrarvegleiðingina.

- Er okkurt, sum lesandi ivast í ella eru stúrin um, eru tey hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum gjøgnum telefon ella teldupost. Vit arbeiða heimanífrá og eru til taks í vanligari arbeiðstíð, siga tær tríggjar.

Hvar skal ringjast ella skrivast?

Lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, Føroyamálsdeildini og Náttúruvísindadeildini seta seg í samband við Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, tlf. 29 25 26 ella kirstinr@setur.fo.

Lesandi á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi seta seg í samband við Johild Dulavík, tlf. 29 22 65 ella johildd@setur.fo.

Og lesandi á Námsvísindadeildini seta seg í samband við Paulinu Poulsen, tlf. 29 94 14 ella paulinap@setur.fo.

NB: Leinki til talgildu lestrarvegleiðingina á zoom er send teimum lesandi sum teldubræv.