01.06.2012
Skriva út

Vegleiðing í miðdepil

Vegleiðing fyri øll – hvar sum helst, nær sum helst. Hetta var heitið á ráðstevnu um skipan av lestrar- og yrkisvegleiðing, ið varð hildin í Læraraskúlahøllini mánadagin 7. mai.


Serligur dentur varð lagdur á menning av vegleiðing í Føroyum, týdningin av útbúnum vegleiðarum, og vegleiðing í mun til førleikamenning og arbeiðsmarknaðin.  Fyriskiparar vóru NVL – Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring – og Vegleiðaranetverk NVLs í samstarvi við Vegleiðarafelagið í Føroyum. Vertsstovnur NVLs í Føroyum er Fróðskaparsetur Føroya. Umleið 70 luttakarar vóru, og tey vóru frá fólkaskúlum, miðnámsskúlum, hægri útbúgvingarstovnum, aðalráðum og øðrum stovnum. Fyrilesarar og verkstovuleiðarar vóru úr Íslandi, Grønlandi, Álandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark.

Í flestu grannalondum okkara hava vegleiðarar holla útbúgving innan vegleiðarayrkið. Til dømis greiddi fyrilesarin úr Svøríki frá innihaldi í 3-ára BA útbúgving í vegleiðing, har professionella samrøðan við einstaklingin er eitt kjarnufak, tí ein vegleiðari skal megna bæði tað persónliga sambandið og ta professionellu yrkisvegleiðingina. Á sama hátt greiddi íslendski fyrilesarin frá, at í Íslandi verður stórur dentur lagdur á vegleiðaraførleikar, og har hava allir vegleiðar á ymsu útbúgvingarstovnunum og á arbeiðsmarknaðardeplum nomið sær útbúgving á MA stigi sum yvirbygning yvir aðra yrkisútbugving. Eisini varð greitt frá, at í Finnlandi, har vegleiðing er á øllum útbúgvingarstigum, er nýlíga gjørd ein landsumfatandi ætlan við strategiskum leiðreglum fyri vegleiðing.

Ymisk model eru til at skipa vegleiðing, men greið semja var um, at undir øllum umstøðum er útbúgving, ið fevnir um professionalisering av vegleiðing og vegleiðaraførleikum, neyðug. Við hesum liggur ein neyðug og áhugaverd avbjóðing fyri framman hjá føroyskum útbúgvingarstovnum og myndugleikum.

Ráðstevnan endaði við einum orðaskifti, har hugskot komu fram í mun til støðuna í Føroyum. Ynskið hjá fyrireikarunum var bæði, at ráðstevnan skuldi geva aktørum á vegleiðaraøkinum, leiðslum á útbúgvingarstovnum, pørtum á arbeiðsmarknaðinum og avvarðandi myndugleikum íblástur til skipan av vegleiðing, og at úrslitið skuldi verða eitt skrivligt tilmæli til framtíðarloysnir á vegleiðaraøkinum.

Niðurstøðurnar frá vegleiðararáðstevnuni kunnu takast niður her. Sí eisini grein um ráðstevnuna í DialogWeb, sum Kristianna Winther Poulsen hevur skrivað. Greinin hevur heitið «Vejledning og vejlederens kompetencer» og byggir á samrøðu við Honnu Jensen, forkvinnu í Vegleiðarafelagnum og limi í norðurlendska vegleiðaranetverkinum. DialogWeb er online tíðindarit hjá NVL, ið útkemur á www.dialogweb.net , á  www.nordvux.net og á Facebook.


Her eru røðurnar hjá landsstýrismonnunum Bjørn Kalsø og Johan Dahl til tiltakið.