12.09.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Verkætlanarfundur í Communities for Change í Íslandi

Fyrst í vikuni var verkætlanarfundur í verkætlanini Communities for Change í Reyðarfjørði í Íslandi. Við í verkætlanini eru samstarvsfelagar í Grønland, Íslandi, Norra, USA og Føroyum, har Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya er føroyski samstarvsfelagin.


Verkætlanin fevnir í stuttum um hvussu kommunur og økir ganga avbjóðingunum á møti, tá stórar broytingar henda, t.d. tá stórar verkætlanir verða bygdar í økinum. Í teimum fýra norðurlondunum, sum luttaka í verkætlanini, eru tikin við dømir frá økjum, sum hava verið fyri stórum broytingum ella har stórar broytingar eru ávegis.

Í Norra er Aukra kommuna við í sum dømi. Náturgass-verkið frá gassfeltinum Orminum Langa í Norðsjónum er í Aukra kommunu.  Gassverkið hevur havt stóra ávirkan, ikki minst fíggjarliga, á Aukra kommununu (uml. 3.300 fólk), og á alt økið kring kommununa.

Í Íslandi er Fjarðabyggð kommuna við í verkætlanini, har stóra alminium-verkið hjá Alcoa er. Alminium-verkið  hevur havt stóra ávirkan á Fjarðabyggð kommunu (uml. 4.600 fólk) og Reyðarfjørðin, har alminium-verkið er.

Í Grønlandi hevur Alcoa eisini ætlanir um at byggja eitt alminiumverk í Maniitsoq í Qeqqata kommunu. Hendan verkætlanin er ikki farin í gongd enn, og avgerðin um at fara í gongd verður ikki endaliga tikin fyrr enn á vári í 2013. Qeqqata Kommuna hevur tó í fleiri ár arbeitt við fyrireikingunum til at taka ímóti verkætlanini, sum er ein milliarda stór verkætlan (eins og verkætlanirnar í Norra og Íslandi eru tað).

Í Føroyum er pelagiska virkið hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri tikið við sum dømi. Pelagiska virkið á Tvøroyri hevur longu og fær eisini frameftir at hava stóra ávirkan á bæði Tvøroyri og í Suðuroynni sum heild. Hartil er pelagiska virkið á Tvøroyri eitt dømi um eina stóra verkætlan, har gongdin frá ætlan til framleiðslubyrjan er óvanliga skjótt.

Umframt dømir úr hesum fýra økjum kring Norðuratlantshavið, verða royndir úr øðrum økjum eisini tikin við í verkætlanina.

Endamálið við at draga inn dømi úr hesum londunum er at lýsa hvørji viðurskifti hava týdning, tá arbeitt verður við at fáa stórar fyritøkur at gera íløgur og byggja upp framleiðslueindir í sínum øki. Endamálið er eisini lýsa hvørjar avbjóðingar eru, tá stórar verkætlanir so enda í økinum, bæði í byggitíðarskeiðinum og eftir at byggitíðarskeiðið er endað og farið er ígongd við framleiðsluna.

Norðurlendsku økini, sum eru við í verkætlanini, eru øll útjaðaraøki, sum hava ella hava havt avbjóðingar við t.d. fráflyting, arbeiðsloysi o.s.fr., umframt at kommunurnar hava verið lutfalsliga fátækar ella havt lutfalsliga fáar inntøkur, tá samanborið verður við aðrar kommunur í landinum.

Verkætlanin Communities for Change er fíggjað av NORA og endar í juni 2013.