University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Splash til alment tiltak.jpg
22.03.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi

Verksetan av Heimsmálunum, alment tiltak

Í samstarvi við Umhvørvisstovuna, Hugskotið og Tórshavnar Kommunu bjóðar Fróðskaparsetur Føroya hósdagin 28. mars øllum áhugaðum til alment tiltak um verksetan av Heimsmálunum hjá ST í auluni á Finsen.

Flestu okkara hava seinastu tíðina óivað hoyrt nógv um týdningin av, at eisini Føroyar taka tey 17 Heimsmálini hjá ST í álvara. Hetta er eisini eitt rák, sum Fróðskaparsetur Føroya ynskir at stuðla og menna saman við øllum áhugapørtum. Við hesum tiltaki fara vit tí at varpa ljós á dømi um praktiskar ætlanir um verksetan av Heimsmálunum frá ymiskum fyrisitingarligum sjónarmiðum.


Tíð og stað:

28.mars, 13:30-16:00
Í auluni á Finsen
Tiltakið er alment og ókeypis


Skrá:

13:30 – Umboð fyri Fróðskaparsetrið
bjóðar vælkomin.
13:30 – Magni Arge, Tjóðveldi
Burðardyggu Heimsmálini á Føroyskum.
13:45 – Rúni Rasmussen, Løgmansskrivstovan
Landsstýrið og Heimsmálini.

14:00 – Umhvørvisstovan
Heimsmálini og Umhvørvisstovan.

14:15 – Óluva Vang, Tórshavnar Kommuna
Heimsmálini í Tórshavnar kommunu.

14:30 – Sóley H. Hammer, Hugskotið
Burðardyggar loysnir, útboð og eftirspurningur.

Støðgur

15:10 – Jay Friedlander, College of the Atlantic
Verksetan av Heimsmálum umvegis Abundance Cycle Framework og dømi um ymiskar loysnir framkomnar á verkstovuni “Abundance Cycle Framework” (25-27 mars) um hesa skipan.

Filmur

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum