15.01.2020
Skriva út

Verkstova fyri ung um lívmargfeldi

Umhvørvisstovan skipar fyri verkstovu fyri ung fríggjadagin 24. januar. Úrslitini frá kjakinum verða løgd fram av eini norðurlendskari ungdómssendinevnd, tá lond hittast á ST-toppfundi í Kina seinni í ár at seta nýggj mál um lívmargfeldi

Náttúran er undir stórum trýsti í hesum árum.
Lívmargfeldið, ið fevnir um vistskipanir, ílegutilfeingi og djóra- og plantusløg, svinnur støðugt um allan heim. Frá norðpólinum til tropuskógirnar og frá korallrivunum til víða havið. Sum nú er, doyggja vill djóra- og plantusløg út 100-1000 ferðir skjótari enn tað, sum vit hava verið von við í nýggjari tíð. 
Hetta er ein avbjóðing, sum fevnir um allan heim, og sum er eins stór sum veðurlagsbroytingarnar. Doyggja djóra- og plantusløg og vistskipanir út, koma tey ongantíð aftur.

Málini langt frá rokkin
CBD-sáttmálin varð skrivaður í 1992 við tí endamáli at verja heimsins lívmargfeldi og varðveita vistskipanir. Hóast royndir eru gjørdar at verja og røkja lívmargfeldið á burðardyggan hátt, er heimurin er langt frá málinum at steðga svinninum, sum er.
Hetta varð seinast skjalprógvað av altjóða nevndini fyri lívfrøðiligt margfeldi, IPBES, í altjóða frágreiðing teirra frá mai 2019. Hon kann lesast her.  
Í 2010 samtyktu tey 196 londini, ið hava skrivað undir CBD-sáttmálan, eina víðfevnda virkisætlan og 20 mál fyri lívmargfeldi – tey sonevndu Aichimálini. Virkisætlanin verður nevnd ‘Virkisætlan fyri lívmargfeldi 2011-20’ (the Strategic Plan for Biodiversity 2011–20).
Men verandi Aichi-málini fara úr gildi í ár, og ein nýggj avtala fyri náttúru og fólk við nýggjum málum skal samtykkjast. Og her kunnu føroysk ung fáa síni fingramerki á!

Nýggjur sáttmáli má til
Londini, ið hava skrivað undir CBD-sáttmálan, skulu hittast í Kunming í Kina í oktober í ár at gera nýggjan sáttmála um at venda gongdini og steðga týningini av búøkjum og vistskipanum.

Verkstovan fyri føroyskan ungdóm, sum Umhvørvisstovan skipar fyri fríggjadagin í næstu viku, er beinleiðis partur av hesi tilgongd.
Umhvørvisstovan sigur, at átøk, sum vónandi verða gjørd við nýggju altjóða avtaluni, verða avgerandi fyri lívsgrundarlagið hjá komandi ættarliðum og umstøðum náttúrunnar.

- Tí hevur tað alstóran týdning, at ungdómurin sleppur til orðanna við sínum hugskotum og íkasti til hesa nýggju avtalu, eisini í sambandi við at seta nýggj mál fyri vernd av lívmargfeldi, sigur Umhvørvisstovan.

Norðurlendska íkastið
Norðurlandaráðið og Norðurlendska ráðharraráðið hava ábyrgd av at savna saman og viðgera tær frágreiðingarnar, sum verða gjørdar á verksmiðjunum, sum vera í  Norðurlondum og eisini á Reinsarínum í Havn.
Ein samanrunnin frágreiðing við ungdómstilmælum til altjóða avtalu fyri náttúru og fólk verður síðani skrivað við støði í úrslitunum frá ungdómssamráðingunum. Ein ungdómssendinevnd, ið umboðar øll Norðurlond, skal so nýta frágreiðingina beinleiðis í samráðingunum um eina nýggja avtalu fyri náttúru og lívmargfeldi.
Norðurlendska ráðharraráðið og Norðurlandaráðið fáa eisini frágreiðingina, sum verður tøk á heimasíðuni www.norden.org.

Føroyska verkstovan
Øll eru vælkomin at skipa fyri hesum ungdómssamráðingum, sum Norðurlandaráðið hevur gjørt leist til. Umhvørvisstovan hevur sum nevnt tikið av og skipar fyri  verkstovu fyri føroysk ung, sum varar í ein dag.

Tey ungu læra um lívmargfeldi, aktuellu støðuna við hóttum djóra- og plantusløgum, arbeiðið hjá ST higartil og norðurlendska leiklutin. Kjak verður eftir hvørt upplegg, og til endans verða kjarnuboðskapirnir hjá føroyska ungdóminum orðaðar. 
Sum framhald av verkstovunum, sum verða fyriskipaðar í øllum Norðurlondum, verður norðurlendskur ungdómstoppfundur í februar, og ein norðurlendsk ungdómssendinevnd verður eisini við, tá londini hittast á ST-fundinum í Kina at seta nýggj mál um lívmargfeldi.
Tiltakið verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn 24. januar, og øll ung kunnu verða við. Einasta krav er, at lutttakararnir hava eina telefon ella teldu við til elektroniskar atkvøðugreiðslur. Eisini er nakað av tilfari at lesa, so øll eru fyrireikað, tá verkstovan byrjar. Tað kostar onki at luttaka.


Tilfarið at lesa er her
Meldið til her 

Myndina av bláklokkuni hava vit frá Tjóðsavninum