Sigurð í Jákupsstovu
06.12.2019
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vetni – ein verkstova um nýhugsan innan grøna orku

28. november 2019 kl. 9 - 12 var fyrsti kunnandi fundur um HUGE- verkætlanina í Sjóvinnuhúsinum í Havn, ið Sigurð í Jákupsstovu skipaði fyri. HUGE stendur fyri Hydrogen Utilisation and Green Energy. Fundurin var skipaður sum ein verkstova har 28 áhugapartar umboðandi vinnu, kommunur, landið og útbúgvingarstovnar luttóku.

Fyrst á skránni hevði Sigurð í Jákupsstovu framløgu um HUGE-verkætlanina. Luttakaranir arbeiddu síðan í fýra bólkum, har tey viðgjørdu verkætlanina og spurningar, ið tey svaraðu umvegis talgildu skipanina SurveyMonkey. Spurningarnir vóru settir við serligum atliti at trimum grundsúlum: Techno Economic Assessment (TEA), Hydrogen Utilisation Business model (HUB) and Hydrogen Technology and knowledge Transfer (HTT).

Síðan løgdu bólkarnir fram og tóku samanum tað, sum tey høvdu kjakast um og hvørjar raðfestingar, tey hildu vera mestu umráðandi. Luttakaranir vóru samdir um, at vetni og grøn orka er ein burðardyggur vegur fram, um vit ynskja at leggja um og avkola føroysku orkuskipanina og serliga skipaflotan.

Við vaksandi vindorku í væntu komandi árini er tað sannlíkt, at yvirskotið frá vindorku verður tøkt at nýta til framleiðslu av vetni. Í framløgunum løgdu fleiri av luttakarunum serligan dent á, at tørvur er á at tillaga lóggávuna, soleiðis at tað er møguligt við nýhugsan um menning innan orkuumráðið.

Sí meira um HUGE-verkætlanina her: https://huge-project.eu/