Bárður Á. Niclasen & Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
29.02.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vetur við veldigum aldum

Hesin veturin er helst tann mest buldrastligi í áratíggjur. Hetta vísa aldumátingarnar á Landgrunninum. Máldu alduhæddirnar eru millum tær hægstu nakrantíð.


Hesin veturin hevur boðið okkum óvanligar nógvar og harðar ódnir. Á sjónum hevur eisini verið sera buldrasligt, staðfesta aldumátingar á Landgrunninum.  Síðani Landsverk byrjaðu við  aldumátingunum í 1979 eru bert fáar hendingar við alduhæddum upp ímóti 14 metrum.  Síðani 1999 eru bert tvær slíkar hendingar. Í eystanbriminum 31. januar 2008, sum gjørdi stóran skaða nógva staðir kring landið, vóru alduhæddir uppá knapt 14 m mátaðar sunnanfyri, og tann  2. februar 2002 kom mátaða alduhæddin upp á 14.1 m. Í vetur hava verið fýra ódnir, har slíkar alduhæddir eru mátaðar:

  • Tann 24. og 25. novembur í fjør leikaði ódnin, sum norðmenn navngóvu Berit. Í hesari ódnini mátaði boyan vestanfyri 7 ferðir virðir, sum vóru hægri enn gamla metið á góðar 14 metrar. Hægsta mátingin vestan fyri vísir omanfyri 19 metrar, meðan boyan sunnanfyri samstundist mátaði knappar 17 metrar. Júst hesar mátingarnar venda vit aftur til.
  • Tollaksmessudag í fjør vístu mátararnir sunnanfyri og vestanfyri nakrar ferðir upp ímóti og beint yvir 14 metrar.
  • Jóladag minnast nógv vegna nógva vindin, sum vit fingu við ódnini Dagmar. Eisini í hesari ódnini var tað serliga vestan- og sunnanfyri, at aldurnar vóru høgar. Hesir báðir mátararnir vístu nakrar ferðir upp ímóti og yvir 14 metrar.
  • Seinasta so ógvusliga nosið - higartil - var tann 18. januar í ár, tá mátararnir norðanfyri og vestanfyri fleiri ferðir vóru omanfyri 14 m. Ikki tí: Fríggjamorgunin tann 24. februar brimaði aftur, men mátaði mátarin vestanfyri tá 'bara' upp ímóti 14 m.

 

Hvat er alduhædd?

Flestu okkara hava longu sum børn, tá vit runnu undan aldunum á onkrari strond, lagt til merkis, at aldur oftast eru ójavnar.  Men um hæddin er ymisk frá aldu til aldu, hvat er so alduhæddin, ið verður mátað og lisin í útvarpinum?

Tað stutta svarið er, at alduhæddin, sum her er talan um, er eitt serligt miðal av fleiri alduhæddum, sum eru mátaðar yvir eitt ávíst tíðarskeið - sum oftast 15-30 minuttir. Fara vit aftur í søguna til tíðina áðrenn mátitól vóru tøk, so var alduhæddin eitt mett mát, sum fekst við at eygleiða aldurnar í eitt tíðarskeið. Av tí, at eygað festir seg mest við størstu aldurnar, so verður tann metta miðalaldan nakað størri, enn miðal av mátaðu alduhæddunum í sama tíðarskeiði.

Tá mátitólini blivu tøk, kom man eftir, at mátini, sum vóru fingin við at eygleiða aldurnar, svarar til, at man í eitt tíðarskeið skipar allar aldurnar eftir stødd, og síðani roknar miðal av tí triðinginum av aldunum, sum eru størstar. Á fakmáli verður hetta nevnt 'signifikant alduhædd', og tað er henda alduhædd, sum vit dagliga hoyra um í útvarpinum og annars tosa um í samband við aldumátingar. Hetta merkir, at einstakar aldur kunnu verða nakað hægri enn tær 'alduhæddirnar', vit her tosa um.

Mátiskipanin kring Føroyar er soleiðis, at boyan roknar 'signifikanta alduhædd' og sendir hana  umvegis fylgisvein til lands. Grundin til, at bert hetta miðaltalið verður sent til lands, og ikki allar mátingarnar, er ein spurningur um kostnað.  Allar mátingar verða tó goymdar í boyuni, men fyri at lesa tær má hendur fáast á boyuni.

Heimsins hægsta alda - ella?

Alduhæddin uppá 19 m, sum varð mátað vestanfyri undir ódnini Berit, er hægri enn góðkenda metið á 18.5 metrar higartil. Tað varð mátað frá einum rannsóknarskipið nærhendis Rockall í februar 2000. Men um mátingin vestanfyri er nýtt met, kunnu vit ikki staðfesta enn.

Tað, sum upprunaliga stuðlaði uppundir, at hetta kanska var eitt nýtt met, var at mátingin sunnanfyri eisini vísti óvanliga høga aldu um somu tíð, at mátaðu alduperiodurnar samsvaraðu óvanligu alduhæddirnar og at fleiri forsagnir spáddu óvanliga høga aldur á hesum leiðunum.

Síðani ódnina Berit hevur Landsverk havt boyuna sunnanfyri inni til eftirlit og viðlíkahald, og dáturnar eru nú lisnar úr boyuni. Hesar dáturnar vísa, at tá harðast leikaði á, varð henda boyan rakt av einari brótandi aldu. Hetta gjørdi at mátarin ikki virkaði sum hann skuldi í eina løtu, og tað er í hesari løtuni, at alduhæddir uppá 17 m eru mátaðar. Tá rættað verður fyri hesum, verður alduhæddin umleið 3 metrar minni, ella um 14 m.

Henda staðfestingin broytir trúvirði á metmátingina hjá boyuni vestanfyri. Hvat hægsta mátingin hjá boyuni vestanfyri veruliga var undir Berit, fáa vit ikki at vita, fyrr enn boyan verður tikin inn til lands seinni í ár. Óansæð úrslitið av hesum, so vóru aldurnar undir ódnini Berit millum tær hægstu, sum eru staðfestar við aldumátingunum á Landgrunninum.

Millum heimsins longstu aldumátirøðir

Aldumátingar kring Føroyar byrjaðu í 1979 og er henda aldumátirøðin millum tær longstu í heiminum. Hetta, og tað at vit liggja mitt í Atlantshavinum, ger, at altjóða áhugi er fyri hesum mátingunum. Tað er, sum nevnt Landsverk, sum rekur teir fýra aldumátararnar, sum liggja ávikavist norðan, eystan, sunnan og vestan fyri á Landgrunninum. Skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni taka sær av at seta boyurnar út og taka tær til lands aftur, tá tørvur er á tí.