18.01.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Við Nordliks og Betri til Bergen

Inga Remmel, studentur á Føroyamálsdeildini, fer til Bergen at taka skeið í kynjafrøði


Føroyamálsdeildin er við í einum netverki, nevnt Nordliks, sum hevur til endamáls at stuðla og menna samstarvið millum móðurmálsdeildir í Norðurlondum. Dentur verður lagdur á at gera tað lættari hjá studentum og lærarum at flyta millum deildir. Inga Remmel søkti í heyst Nordliks um at sleppa á universitetið í Bergen eina hálvu og fekk játtandi svar.  

Nordliks letur ferðastuðul og onnur ískoyti. Men tað er dýrt at vera í universitetsbýum, og fyri at lætta um fíggjarligu avbjóðingarnar í Bergen søkti Inga eisini um legat frá Betri.

Inga sigur, at Nordliks-netverkið letur upp fyri nógvum møguleikum, og at stuðulin frá Betri kemur sera væl við. “Nú eri eg spent at byrja og hitta fólk í Bergen. Eg vænti mær nógv av skeiðunum í kynjafrøði (“Gender Studies”). Tað er so heppið, at sjeikurin hjá mær, Andrias Klein Gregoriussen, sum eisini lesur á Setrinum, fer at skriva sína masterritgerð í veðurfrøði í Bergen. Ætlanin er eisini at íðka judo í frítíðini, og tað verður spennandi at møta øðrum, sum hava somu passión”.

Inga Remmel lesur føroyskt á 2. ári, og nú próvtøkurnar í 3. lestrarhálvu eru um at vera avgreiddar, gleðir hon seg at sleppa avstað.

Í løtuni eru tríggir studentar á Føroyamálsdeildini í skipanini hjá Nordliks-netverkinum.