University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Viðkomandi fyrilestur um føroysku oljuvinnuna
24.03.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Viðkomandi fyrilestur um føroysku oljuvinnuna

“Fulltrúin og Goliath. Um at fyrireika og fyrisita framtíð og framburð”


Týsdagin tann 7. apríl 2015, kl. 10.00 – 12.00, skipa lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri almennum fyrilestri um samband ímillum almennan politikk og fyrisiting og føroysku oljuvinnuna.

Fyrilesturin verður hildin í Jónas Broncks gøtu 25 í Tórshavn.

Teir, ið fara at siga frá, eru:

  • Jan Eiden Muller, journalistur og stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki (FOÍB), fyrrverandi stjóri í Miðlahúsinum
  • Tróndur Djurhuus, journalistur og sjálvstøðugur vinnurekandi, fyrrverandi stjóri í Kringvarpinum


Teir koma at greiða frá, hvussu gongdin hevur verið í oljuvinnuni seinastu árini og serliga hvussu viðkomandi almennu stovnar, og ikki minst embætisfólkini, hava verið við í mun til fyrisiting innan málsøkið, nationalt og internationalt.

Høvi verður at ogna sær bókina OLJAN, sum Jan E. Muller og Tróndur Djurhuus hava skrivað, og sum kom út í desember 2014.

Øll eru vælkomin og  møtið fjølment!



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga