University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Viðurskifti sum skapa menning og vøkstur

Viðurskifti sum skapa menning og vøkstur

Á hvønn hátt kunnu útbúgvingarverkætlanir verða við til at menna, skapa møguleikar, vøkstur og geva eitt íkast til tær avbjóðingar, ið eru í samfelagnum? Hvørji felags eyðkenni hava tílíkar útbúgvingarverkætlanir, og hvørji eru tey viðurskifti, ið skapa vøkstur og menning?


Hesir spurningar verða umrøddir á almennum fundi á Østrøm í Havn fríggjadagin 22. februar kl. 09 – 13, ið NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring undir norðurlendska Ráðharraráðnum – og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri.

Við støði í greining av væleydnaðum og úrslitagóðum útbúgvingarverkætlanum úr øllum Norðurlondum geva tveir royndir granskarar boð uppá hesir spurningar. Fyrilesarir eru ráðgevi Ingegerd Green úr Svøríki og lektari Hróbjartur Árnason, Háskóli Íslands. Úrslitið av umrødda greiningararbeiði, ið verður lýst á fundinum, er bóklingurin: ”8 framgångsfaktorer från nordiska utbildningsprojekt som möter utmaningar i samhället” og frágreiðingin ”Analysis of Nordic educational projects designed to meet challenges in society”.

Tiltakið er ókeypis, men vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 21. februar kl. 12 við at senda ein teldupost til elisabethh(at)setur.fo  Skrivið navn, starvsheiti og stovn/arbeiðsstað.

Málbólkur: Granskarar, undirvísarar, lesandi, myndugleikar, umboð fyri vinnulív og útbúgvingarstovnar. Øll áhugaði eru vælkomin.

Skráin fyri tiltakið sæst her


Les meira um hesa verkætlan, ið hevur heitið ”NVLs Kompetenceprosjekt 2009 – 2012” á: http://www.nordvux.net/page/812/kompetensutveckling.htm

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast