University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, vitjar Fróðskaparsetrið
09.09.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, vitjar Fróðskaparsetrið

Í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár í 2015, hevur Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, játtað at heiðra Setrið við einari vitjan, har hon flytur fram røðu.


Vigdís Finnbogadóttir var fjórði forseti Íslands og sat í embætinum frá 1980 til 1996. Hon var ikki einans fyrsti kvinnuligi forseti Íslands, men eisini heimsins. Hjartamál Vigdísar eru javnstøða og tungumál og síðan 1998 hevur hon verið goodwill-sendiharri hjá UNESCO fyri tungumál. Hon hevur virkað fyri at seta á stovn deild á Háskóla Íslands, ið skal vera altjóða granskingarsetur fyri heimsins tungumál - “Stofnun Vigdís Finnbogadóttur í erlendum tungumálum”.

Fyrrverandi forsetin ynskir eisini at vitja Føroya Løgting fyri at takka fyri stuðulin, ið varð latin í 2009 til bygging av altjóða VF-stovninum.

Vitjanin í Føroyum verður tann 7. og 8. oktober, og nærri kunning um skránna kemur seinni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga