14.08.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Víkingar, málbland og skaldskapur

Tey trý, Tóta Árnadóttir, adjunktur, Bergur Djurhuus Hansen, lektari, og Malan Marnersdóttir, professari, hava havt eina sera væl vitjaða sessión á ráðstevnuni hjá International Association for Scandinavian Studies, sum í ár er á universitetinum í Groningen í Hollandi.


 

Tóta tosaði um, hvussu Týr endurnýtir kvæði og siðbundið føroyskt tilfar í víkingaligum tungmálmtónleiki, sum er so væl umtóktur í restini av Europa. Bergur viðgjørdi, hvussu kotuskifti millum føroyskt, enskt og onnur mál  hava listfrøðiligar funktiónir í bókum eftir Trygva Danielsen og Carl Jóhan Jensen. Og Malan tosaði um, at hugmyndin um tær einmæltu føroysku bókmentirnar longu er við útgávunum av fleiri bókum eftir føroyingar í Danmark og Norra á ávikavist á donskum og norskum. Tað setur enn einaferð tann bókmentasøguliga spurningin, um slíkar bøkur hoyra heima í føroysku bókmentasøguni. Eftir framløgurnar nýttu tey, sum lurtaðu, høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar fyri at fáa meira at vita.

Evnið á ráðstevnuni er Transit 'Norðurlond' og 'Europa', hvat sigur frá meira sam- og umskifti við mentan á europeiska meginlandinum enn Týr og fleirmæltu tilvísingarnar hjá Trygva og Carl Jóhan?