27.11.2013
Skriva út

Vilja hava mest vitjaðu heimasíðu í Norðurlondum

28. november kl. 15 CET, tekur NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring – nýggja heimasíðu í brúk.


Stílað verður høgt í hesum sambandi: – Mál okkara er at verða fyrst valda heimasíða hjá øllum í Norðurlondum, sum vilja fylgja við í menningini innan vaksnamannalæring, sigur høvuðssamskiparin hjá NVL, Antra Carlsen.

Nýggja heimasíðan hjá NVL – www.nordvux.net  vil á ein nútímans og innbjóðandi hátt leggja fram nýggjar frágreiðingar, tíðindi, granskingarúrslit, greinar, seminar- og ráðstevnuúrslit, sum breitt umboða vaksnamannalæring. – Her fert tú at finna norðurlendsk eins og europeisk tíðindi. Fyri at skapa íblástur verður kunnað við dømum og íkasti frá serfrøðingum á økinum. Tað er natúrligt fyri okkum, at arbeitt verður tvørtur um geirar og at allir partar verða tiknir við – hesa síðuna av okkum vilja vit eisini kunna um á heimasíðuni, slær Antra Carlsen fast.

Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring (NVL) varð sett á stovn av Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2005. Endamálið er at geva fólki, ið arbeiða við ymsum verkætlanum og í ymsum umhvørvum høvi at hittast. Hetta fevnir eisini um sambandið ímillum politikk og praksis á læringsøkinum fyri vaksin í Norðurlondum. NVL skal fremja samskifti, nýhugsan og koma við íkasti til norðurlendska virðisøking við at virka fyri samstarvi og virknari luttøku til frama fyri vaksnamannalæring.

NVL verður í tíðarskeiðnum 2013-2017 samskipað av Vox, nasjonalt fagorgan for kompetansepolitikk i Norge eftir áheitan frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Viðmerkingar kunnu sendast til høvuðssamskiparan Antru Carlsen á telefon:
 +45 60133750 ella t-post antra.carlsen(at)vox.no