University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vilt tú ávirka framtíðina á Setrinum?
09.10.2011
Náttúruvísindadeildin Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin Námsvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Vilt tú ávirka framtíðina á Setrinum?

Val av studentaumboði til stýrið fyri Setrið verður mikudagin 30. november 2011


Einaferð um árið verða studentaumboð og eykaumboð vald til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Um tú verður vald/ur í stýrið, fært tú høvi til at ávirka framtíðina hjá Setrinum, og tú fært royndir við stýrisarbeiði, samstundis sum tú ert lesandi á Setrinum.

Millum málini, sum stýrið skal taka støðu til komandi árið, er verksetan av nýggjum bygnaði og ætlan fyri Setrið umframt uppskot til nýggj útbúgvingartilboð.

Stýrið er ovasti myndugleiki á Fróðskaparsetrinum (sí lógina fyri Fróðskaparsetur Føroya ). Tað eru sjey limir í stýrinum. Landsstýriskvinnan/maðurin í mentamálum tilnevnir fýra stýrislimir beinleiðis - tríggir stýrislimir verða tilnevndir, eftir at teir eru valdir á Setrinum. Tveir umboða starvsfólkini og triði valdi stýrislimurin umboðar studentarnar á Setrinum.

Stýrið hittist minst fýra ferðir um árið, og reglugerðin fyri stýrisarbeiðið liggur á heimasíðuni. Samsýningin fyri stýrisarbeiðið er 2.000 kr/mð.

Øll lesandi, ið eru innskrivað á Setrinum tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, hava valrætt og eru valbar, íroknað ph.d.-lesandi.

Hevur tú hug at stilla upp til valið, skalt tú fylla út skjalið: “Váttan um uppstilling” og lata tað inn á skrivstovuna á deildini í seinasta lagi 2. november 2011.

Vegleiðing  fyri val av starvsfólki og lesandi til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya liggur á heimasíðuni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum