University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vilt tú vera við til at ávirka framtíðina á Setrinum?
Setursskrivstovan
13.12.2010

Vilt tú vera við til at ávirka framtíðina á Setrinum?

Val av studentaumboði til stýrið verður mikudagin 12. januar 2011


Val av studentaumboði til stýrið verður mikudagin 12. januar 2011 á Setursskrivstovuni

Ovasti myndugleiki á Fróðskaparsetrinum er stýrið, ið telur 7 limir, sum landsstýriskvinnan í mentamálum tilnevnir.  Setrið skal sambært lógini koma við uppskoti um tríggjar limir, tvey starvsfólk og ein lesandi.  Hetta fer fram við vali á Setrinum.  Val av studentaumboði og einum eykaumboði til stýrið er á hvørjum ári.
 
Um tú verður vald/ur til studentaumboð í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, fært tú høvi til at mynda framtíðina á Setrinum umframt hollar royndir frá stýrisarbeiði, samstundis sum tú er lesandi á Setrinum. Samsýningin fyri stýrisarbeiðið er 2000 kr/mð.

Val av studentaumboði til stýrið verður mikudagin 12. januar 2011 á Setursskrivstovuni. Vallistin hongur á deildum og skúlum Setursins. Á listunum eru øll tey, sum hava valrætt og eru valbær.

Tey, sum stilla upp, skulu útfylla og undirskriva serligt skjal, sum skal vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. desember 2010 kl. 24.00. Skjalið fæst á deildunum/skúlunum og her

Reglugerðin fyri vali av starvsfólki og lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya fæst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast