
Vilt tú vera við til at ávirka framtíðina á Setrinum?
Val av studentaumboði til stýrið verður mikudagin 12. januar 2011
Val av studentaumboði til stýrið verður mikudagin 12. januar 2011 á Setursskrivstovuni
Ovasti myndugleiki á Fróðskaparsetrinum er stýrið, ið telur 7 limir, sum landsstýriskvinnan í mentamálum tilnevnir. Setrið skal sambært lógini koma við uppskoti um tríggjar limir, tvey starvsfólk og ein lesandi. Hetta fer fram við vali á Setrinum. Val av studentaumboði og einum eykaumboði til stýrið er á hvørjum ári.
Um tú verður vald/ur til studentaumboð í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, fært tú høvi til at mynda framtíðina á Setrinum umframt hollar royndir frá stýrisarbeiði, samstundis sum tú er lesandi á Setrinum. Samsýningin fyri stýrisarbeiðið er 2000 kr/mð.
Val av studentaumboði til stýrið verður mikudagin 12. januar 2011 á Setursskrivstovuni. Vallistin hongur á deildum og skúlum Setursins. Á listunum eru øll tey, sum hava valrætt og eru valbær.
Tey, sum stilla upp, skulu útfylla og undirskriva serligt skjal, sum skal vera Setursskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. desember 2010 kl. 24.00. Skjalið fæst á deildunum/skúlunum og her
Reglugerðin fyri vali av starvsfólki og lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya fæst her
-
08.02.2019 Føroyamálsdeildin Til lesandiOft er gott þat er gamlir kveða - Introduction to Medieval Icelandic LiteratureFøroyamálsdeildin bjóðar í vár stuttskeið á enskum við gesta...
-
06.02.2019 Søgu- og samfelagsdeildinJapanskur filmsdagurHósdagin 7. februar verður áhugavert filmstiltak í Kongshøll...
-
05.02.2019 Setrið FøroyamálsdeildinGávugóðs 2019Fríggjakvøldið 8. februar verður árliga handanin av gávugóðs...