15.12.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vindmyllur og menningina innan vindmyllur

Mikudagin 21. desember kl 14 skipar Setrið fyri spennandi almennum fyrilestri í Læraraskúlahøllini


Fyrilestrarhaldari er Bogi Bech Jensen úr Havn, sum er lektari á Danmarks Tekniske Universitet (DTU), har hann leiðir granskingina innan vindmyllugeneratorar og motorar til elbilar. 

Fyrilesturin snýr seg um vindmyllur og menningina innan vindmyllur seinastu árini. 

Nomið verður við hesi øki:

  • Orkuætlanirnar hjá Europa og serliga Danmark fram til 2050.
  • Offshore vindmyllur samanborið við onshore vindmyllur
  • Cost-of-Energy (CoE) frá ymiskum orkukeldum
  • Menningin innan vindmyllur frá “Danish Concept” og DFIG, til direct drive permanent magnet vindmyllur og aðrar vindmyllur við full-converter.
  • Trupulleikin við rare earth matrials.
  • Møguligar framtíðar vindmyllur, so sum superleiðandi vindmyllur 


Áðrenn Bogi  byrjaði á DTU, var hann lektari á Newcastle University í Bretlandi, har hann eisini tók sína PhD. Bogi er sera aktivur á granskingarøkinum og tosar nógv á altjóða ráðstevnum. 

Bogi granskar eisini innan undirvísingarhættir og ger nógv burtur úr sínari undirvísing.Hetta leiddi til, at hann vann “Best Teacher Award – Spring 2011” frá DTU Elektro. 

Bogi er Associate Editor á IEEE Transactions on Industry Applications, sum er ein av hægst mettu tíðarritunum innan elektriska orku.

Fyrilesturin verður sum sagt í Læraraskúlahøllin, Frælsið 20, mikudagin 21. desember kl 14, har øll eru hjartaliga vælkomin.