University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vísindalig grein í Maritime Studies (MAST)
07.07.2011
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Vísindalig grein í Maritime Studies (MAST)

“Fishermen’s risk perception in four european countries” er heitið á vísindaligari grein, sum Dennis Holm á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, Ingi Runar Edvardsson (University of Akureyri, Ísland), Diana Tingley (Offshore Environmental Solutions Limited, UK), Alexis J. Conides (Hellenic Centre for Marine Research, Grikkaland) og Ben Drakeford (CEMARE, University of Portsmouth, UK) hava skrivað. Greinin er givin út í Maritime Studies, MAST, 2011, vol. 10, No. 1.



Greinin er grundað á eina kanning millum fiskimenn í Føroyum, Íslandi, Grikkalandi og Stóra Bretlandi í 2008. Í greinini verður samanborið hvussu fiskimenn í teimum fýra londunum meta váðan hjá fiskivinnuna. Høvuðsniðurstøðurnar í kanningini eru m.a. at fiskimenn sum heild meta politisk og umsitingarlig viðurskifti verða ein váða fyri fiskivinnuna. Umframt at uttanhýsis økonomiskir faktorar (t.d. hækkandi oljuprísir) og ávirkanina sum fiskiskapur hevur á umhvørvið eisini verða mettir at verða týðandi váðar hjá fiskivinnuni.

Úrslitini í kanningini benda á, at ein ávísur munur er á í hvønn mun fiskimenn í ymisku londunum meta ovurfisking, minking í fiskastovnunum og oyðilegging av havumhvørvum verða ein váða fyri fiskivinnuna. Fiskimenn, sum virka undir fiskidagaskipanum meta hesi viðurskifti verða ein váða fyri fiskivinnuna, meðan hetta at kalla ikki verður nevnt sum ein váði av fiskimonnum, sum fiska undir kvotaskipanum.

Greinin er skrivað út frá úrslitunum av kanningum, sum vóru gjørdar í PRONE-verkætlanin, sum varð fíggjað av FP6 rammuskránni hjá ES.

Um Maritime Studies
Maritime Studies (MAST) er eitt altjóða vísindaligt tíðarrit innan tað maritima økið. MAST er eitt samfelagsvísindaligt tíðarrit ætlað vísindafólki, sum granska í maritimum viðurskiftum. MAST verður útgivið av Centre for Maritime Researc (MARE www.marecentre.nl) í Amsterdam í Hollandi.



 

  




 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum