09.10.2018
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Vísindalig grein um orðfeingið hjá føroyskum børnum

Grein eftir Sissal Mariu Rasmussen í tíðarritinum First Language

Greinin eitur “Faroese children’s early vocabulary acquisition: A Faroese adaptation of the MacArthur–Bates Communicative Development Inventories”. Í greinini viðger Sissal máltøku, t.e. hvussu børn ogna sær mál.
Úrslitini í greinini byggja á innsavning av dátum frá 1135 føroyskum børnum í aldrinum 8-36 mánaðir, og tey vísa m.a., at tað er serlig ferð er á máltøkuni, tá børnini eru millum 1-2 ár, at tað er munur á máltøkuni hjá dreingjum og gentum, og at føroysk børn brúka lutfalsliga fleiri barnslig orð enn børn í øðrum londum.

Sissal er ph.d.-studentur á Føroyamálsdeildini, og greinin er partur av endaliga arbeiðinum við ph.d.-ritgerð hennara. Ein partur av ph.d.-verkætlanini snýr seg um at menna eina føroyska útgávu av teimum sonevndu CDI-foreldrafrágreiðingunum (MacArthur-Bates Communicative Development Inventories).
Slíkar CDI-frágreiðingar gera tað møguligt at lýsa málmenningina hjá børnum, og tær verða í dag brúktar í umleið 60 londum. Gransking vísir, at týðiligt samband er millum málmenningina hjá børnum, t.d. orðanøgd og málfatan, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa.

Samandráttur av greinini sæst HER