University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vísindalig útgáva um nýggjar yrkingar í Norðurlondum
21.09.2016
Føroyamálsdeildin

Vísindalig útgáva um nýggjar yrkingar í Norðurlondum

Saman við norðurlendskum starvsfeløgum hevur Bergur Djurhuus Hansen givið út bók um yrkingar, sum eru skrivaðar í tíðarskeiðinum uml. 2000 til 2015.


Bókin eitur Långa dikter. Berättelse, experiment, politik, og tað er forlagið Alvheim & Eide, Akademisk Forlag í Bergen, ið gevur út. Evnið er nýggjar, langar yrkingar, t.e. yrkingar sum telja upp í  7-800 síður og siga samanhangandi søgur. Í Norðurlondum er tað gomul hevd at skriva langar yrkingar, men tað hevur verið gjørt á skiftandi hátt, og ávís tíðarskeið hava longu yrkingarnar verið mettar ótíðarhóskandi. Seinnu árini eru tó ein røð av søvnum við longum yrkingum givin út, og tað er hetta rákið, sum verður viðgjørt í bókini. Okkurt bendir á, at longu yrkingarnar er væl egnaðar til at viðgera evni í samtíðini – bæði politisk og tilverulig evni – og forløgini tykjast harumframt áhugað í yrkingasøvnum, sum siga søgur, heldur enn søvnum, har hvør yrking skal lesast fyri seg.

Nýggja útgávan er nr. 8 í røðini Modernisme i nordisk lyrik, sum granskingarnetverkið Norlyr hevur tikið stig til. Norlyr er netverk fyri gransking í nýggjum yrkingum í Norðurlondum. Í døgunum 3. og 4. oktober fer netverkið at hava seminar á Fróðskaparsetrinum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025