University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Football is medicine 2.JPG
25.09.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking

Vísindalig yvirlitsgrein um proteinískoyti eftir dyst

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað nýggja yvirlitsgrein saman við øðrum evropiskum granskarum, sum ber heitið, Protein-Based Supplementation to Enhance Recovery in Team Sports: What is the Evidence?”

Greinin er ein skipað yvirlitsgrein (systematic review) av kanningum um kostískoyti av proteini. Greinin er júst almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sport Science and Medicine.

Kanningin vísir í høvuðsheitum, at proteinískoyti í kostinum sær út til at stimbra hvíldarprosessina (recovery) í vøddakyknuni og minkar um mongdina av mikroskaðum í kyknunum eftir dystir í liðítróttum. Proteinískoyti minkar eisini um almennu brunastøðuna (inflammatión) í kroppinum eftir dystir. Tó er ikki nóg sterk próvførsla fyri, at eyka protein í kostinum hevur jaliga ávirkan á kropslig avrik ella vøddafunktiónina dagarnar eftir dystir í liðítróttum. Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Syddansk Universitet, sigur, at skipaðar yvirlitsgreinar og meta-analysugreinar hava alstóran týdning fyri at vita, hvussu sterk vísindalig próvførsla er fyri einum ávísum spurdómi. ”Tú kanst altíð finna einstakar kanningar frá einstøkum granskaratoymum, sum vísa á úrslit, ið peika ein veg, men tað er ikki fyrr enn, at tú samlar alt putlispælið í vísindaligu bókmentunum, at tú veruliga veitst, hvussu mest sannlíka niðurstøðan er”, sigur Magni Mohr. ”Kostískoytisídnaðurin er sera sterkur um allan heimin, og bara í USA er marknaðurin fyri proteinískoyti fyri ítróttarfólk í liðítróttum eina verdur umleið 35 milliardir føroyskar krónur. Tí er tað umráðandi at gera óheftar vísindaligar kanningar um hetta kostískoytið í veruleikanum riggar”, sigur Magni Mohr, professari, at enda.

Greinin kann lesast her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya