University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vísindaligt hjálparfólk
30.04.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Vísindaligt hjálparfólk

Á Søgu- og samfelagsdeildini er Lív Patursson fyribils sett sum vísindaligt hjálparfólk.


Hennara uppgávur eru serliga knýttar at mennandi og umsitingarliga partinum av ætlaðu masterútbúgvingunum innan søgu og samfelag. Lív sigur um starvið og um seg sjálva:

“Eg eri júst komin at starvast á Søgu- og samfelagsdeildini. Hetta er í samband við nýggju og sera spennandi masterútbúgvingina Master-læra, sum Gestur Hovgaard stendur á odda fyri saman við Jens Christian Svabo Justinussen og Hans Andrias Sølvará. Tað verður spennandi og jaliga avbjóðandi at hjálpa at samskipa nakað so týdningarmikið sum at eggja næmingum til at arbeiða aktivt við at samantvinna teoretiska vitan við praktiska læru. Eg eri sera fegin um hesa uppgávu, tí eg havi verið upptikin av hesum spurningi leingi, so eg vóni og vænti, at eg kann geva mítt til, at hetta fer at eydnast væl.

Sjálv havi eg lisið á Lunds Universitet, og fekk í 2013 prógv við einum øgiliga langum heiti: Master of Social Science with Major (two years) in Gender Studies and Minor in Political Science. Í stuttum merkir hetta, at eg havi áhuga og vitan um feministiska teori og metodologi, umframt eina grundvitan innan stjórnmálafrøði.

Annars er at siga, at eg stutt síðan eri flutt heim aftur til Føroyar, eg eri gift og eigi tvey fitt børn.”

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025