21.01.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Vísindamaður og føroyavinur farin

Oskar Bandle professari og føroyavinur er deyður 83 ára gamal. Oskar Bandle var professari í norðurlendskari filologi á universitetunum í Basel og Zürich í Sveis frá 1968 til 1993.


Oskar Bandle
Professari dr. phil., dr. phil. h.c., fil. dr h.c.
11. Januar 1926 – 17. Januar 2009

 

Oskar Bandle professari og føroyavinur er deyður 83 ára gamal. Oskar Bandle var professari í norðurlendskari filologi á universitetunum í Basel og Zürich í Sveis frá 1968 til 1993. Hann stovnaði Sveisiska felagið fyri norðurlendskar rannsóknir og var leingi formaður tess. Við rannsóknum sínum í norðurlendskari málsøgu og norðurlendskum málum var hann viðurkendur víða hvar. Kunnleiki og áhugi hansara fyri føroyskum komu serliga til sjóndar í greinum um føroyskar bókmentir, har hann lýsti føroyska bókmentasøgu og samanbar hana við bókmentir í hinum norðurlondunum á fruktagóðan hátt. Í 1988 var hann forseti fyri International Association for Scandinavian Studies og stílaði fyri ráðstevnu í Basel og Zürich um romantikk í norðurlendskum bókmentum. Turið Sigurðardóttir og Malan Marnersdóttir hildu fyrilestrar á ráðstevnuni um føroyskar bókmentir. Eitt av seinastu verkum hansara var ein stór handbók, sum hann setti saman um norðurlendsku málini, har hann legði serliga áherðslu á, at føroyskt varð umboðað.

 

Lítið úrval eftir Oskar Bandle:

  • "Moderne färöische Literatur: Versuch einer Standortbestimmung". Skandinavistik, Jahrgang 12, Heft 2/1982.
  • "Modern färöisk litteratur : en paradigmatisk utveckling". Kungl. vitterhets historie och antikvitets akademiens årsbok 1982.
  • Ritstjórn: The Nordic Languages: An International Handbook of the History of the North Germanic Languages. Berlin: Mouton de Gruyter, 2002. Í røðini: Handbücher zur Sprach- und Kommunikationswissenschaft. 

Fráboðan (á týskum)