University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vísindavøka 2017 - Lestrarskrivstovan stongd

Vísindavøka 2017 - Lestrarskrivstovan stongd

Í sambandi við, at tað í morgin fríggjadag, 29. september, verður skipað fyri Vísindavøku, er Lestrarskrivstovan á Setrinum afturlatin.


Sum partur av føroyska granskingarumhvørvinum luttekur eisini Fróðskaparsetrið á Vísindavøkuni, har vit eru umboðaði við einum bási. Evnið fyri Vísindavøkuna í ár er "Tilfeingi" og verður hetta lýst, við bæði kunnandi postarum um evnið, eins og umboð fyri Setrið luttaka við at vísa á evnið í samvirknari kunning um hetta.

Vísindavøkan 2017 verður hildin í Perluni, Reinsarínum og á Perlutorginum frá kl. 8.00 til 18.00 og skráin er hendan::

Kl. 8.15 – Setan av Vísindavøkuni - Gunvør Balle, varaborgarstjóri, setur Vísindavøkuna

Kl. 8.15 - 18.00 – Framsýningar og samvirkin tiltøk kring evnið Tilfeingi

Kl. 8.30 -12.30 – 8 Framløgur á 15 min. fyri miðnámsskúlanæmingum og øðrum - sí framløgur HER

Kl. 9.30 - 17.30 – Telt á p-økinum við Hvonn, har lærarar og næmingar í Hoydølum skipa eksperiment fyri næmingum frá mið- og hádeild

Kl. 13.00 Kunngerð av vinnara av kappingini Ársins Vitanarfróðu. Vit stroyma frá handanini.

Kl. 15.00 Handan av ársins Miðlaheiðursløn. Vit stroyma frá handanini.

Kl. 15.30 -17.00 – 5 framløgur á 15 min. fyri øll - sí framløgur HER

Kl. 18.00 – Vísindavøkan endar

Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum. Umframt luttøku á sjálvari Vísindavøkuni, hava granskarar av Setrinum í september mánað eisini hildið fleiri fyrilestrar kring landið.

Øll eru vælkomin til Vísindavøkuna, sum er almenn og ókeypis.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum