University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
vísindavøka-á-ferð-2020 Granskingarráðið eigur myndina.png

Áðrenn Vísindavøkuna í Kongshøll í Havn fara granskarar á ferð kring landið at halda framløgur (Foto: gransking.fo)

12.10.2020
Setrið

Vísindavøka á ferð í oktober og november

Stóra Vísindavøkan verður fríggjadagin 6. november í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Men vikuna frammanundan fara granskarar á ferð við framløgum kring landið

Vísindavøka á ferð kallast undantiltakið hjá Granskingarráðnum, sum verður frá 26. oktober til 4. november. Tá fara granskarar á ferð við sínum framløgum til Runavíkar, Hovs, Klaksvíkar og Sørvágs.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, sum eru 20-25 minuttir hvør, har granskarar frá ymsum stovnum leggja fram.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður at fáa.

Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so fert tú til øll fýra tiltøkini, renur tú teg ikki í endurtøkur.

Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronutilmælunum og aktuellu støðuni.

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 26. oktober kl. 19:00

Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Gunnvør á Norði, Fiskaaling

Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Hansen, Havstovan

Jarðvísindalig miðling og korona
Lis Mortensen, Jarðfeingi

Miðnám í Suðuroy mikukvøldið 28. oktober kl. 19:00

Botndjórakanningar á føroysku firðunum - eitt føroyskt sammetingargrundarlag
Heidi Mortensen, Fiskaaling

Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu: Hvussu loftaðu Føroyar koronakreppuni.
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Brislingur undir Føroyum - lívfrøði og útbreiðsla
Eydna í Homrum, Havstovan

Klaksvíkar Bókasavn mánakvøldið 2. november kl. 19:00

Hvussu kunnu DNA-leivdir í sjógvi brúkast til at kanna fiskastovnar?
Ian Salter, Havstovan

Atburður hjá laksi á harðbalnum økjum
Ása Johannesen, Fiskaaling

Ávirkanin av Covid-19 á fiski-og alivinna og avleiðingar fyri føroyska búskapin
Zvonko Mrdalo & Unn Laksá Søgu- og samfelagsdeildin og Sjókovin

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 4. november kl. 19:00

Tang frá gróvkorni til borðiskin – vøkstur, innihald og matvørutrygd
Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling

Læran av og í koronuskúlanum
Erla Olsen, Námsvísindadeildin

Føroyskt økið er 99,5% hav og verri kortlagt enn Mánin
Bartal Højgaard, Jarðfeingi

Lesið meira um Vísindavøkuna her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing