Grasking og falskunning verður á breddanum, tá ársins Vísindavøka verður í Kongshøll 24. september (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
31.08.2021
Setrið
Skriva út

Vísindavøka 2021: Gransking og falskunning

Fríggjadagin 24. september verður skráin í Sjóvinnuhúsinum á tremur við spennandi framløgum um gransking og falskunning

Skráin fyri ársins vísindavøku er full av stuttum vísindaligum framløgum, sum snúgva seg um alt handaslag av gransking. Tilsamans fara 20 granskarar at leggja fram, og í ár er eitt høvuðsevni falskunning, tí tað er sera aktuelt í hesum tíðum, har mong heldur trúgva ógrundaðum pástandum enn próvgrundaðari gransking. Men onnur granskingarevni verða eisini á breddanum á vísindavøkuni.

Øll skráin sæst á leinki niðast á hesi síðuni.

Granskarar á Setrinum eru vælumboðaðir á vøkuni aftur í ár. Marnar Fríðheim Kristiansen frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi fer at hava framløgu um fakta og falskunning um koppseting. Magni Mohr, professari, vendir í eini vøddaglykogenskari søgu tummilin niður, tá tað ræður um ketokost, og Heini í Skorini frá Søgu- og samfelagsdeildini spyr, hvat ein skal trúgva í síni framløgu um álit og misálit á vísindaligar og almennar myndugleikar. Sigri Gaini frá SSD spyr, um talufrælsið er hótt í fyrilestri um haturstalu og politiska korrektheit, og Hans Andrias Sølvará, professari, tosar um falstíðindi í søgu- og keldukritikki. Michael Feldballe Hansen frá SSD vendir sínum luppi móti sosiala økinum í Føroyum, Firouz Gaini, professari, vísir okkum, hvat ungdómurin sigur um leiklutin hjá pápum í dagsins samfelag, Louise Meyer Carlsen frá Náttúruvísindadeildini hevur framløgu um málsligt margfeldi í útbúgvingarhøpi, og so fer Rúna í Skála frá Námsvísindadeildini at greiða frá, hvat riggar og ikki í samstarvinum millum frítíðarskúla og skúla.

Granskarar frá øðrum granskingarstovnum í Føroyum standa eisini á skránni til vísindavøkuna. Umframt Fróðskaparsetur Føroya, so verða Umhvørvisstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Havstovan, FarGen, Fiskaaling og Búnaðarstovan umboðað við síni gransking í Kongshøll eisini.

Seint seinnapartin verður miðlafagnaður við snarrøðum, og eisini verður ársins miðlaheiðursløn latin granskara, sum í árinum hevur gjørt ein serligan vørr, tá tað snýr seg um at upplýsa fólk um týðandi vísindalig viðurskifti.

Á parkeringsøkinum uttan fyri Sjóvinnuhúsið verða tjald við tiltøkum fyri børn og vaksin, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, og Havstovan sýnir fram ymisk fiskasløg.

Tiltakið verður stroymt beinleiðis, og leinki verður tøkt sama morgun.

Sí alla skránna á heimaíðuni hjá Granskingarráðnum her.