Brynhild Thomsen
12.09.2022
Setrið
Skriva út

Vísindavøka á Landsbókasavninum í kvøld

Í kvøld klokkan 19 verður Vísindavøka á ferð á Landsbókasavninum í Havn, har Rakul Maria Johannesen, Gitte Klein og Erika Hayfield, granskarar, hava framløgu

Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør við granskarum frá ymsu granskingarstovnunum í Føroyum.

Lagt verður fyri í kvøld klokkan 19 á Landsbókassavninum við hesi skránni:

Frá útláti til stein - CO2 goymsla í føroysku undirgrundini
Rakul Maria Johannesen, Jarðfeingi

Skíggin - ein góður tænari, men ringur harri
Gitte Klein, Fólkaheilsuráðið

At finna høpi í lockdown: Ein kanning av koronudagbókum
Erika Hayfield, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst her.

Skráin fyri stóra Vísindavøkutiltakið, sum verður fríggjadagin 23. september í Løkshøll, er her.