Brynhild Thomsen
13.09.2022
Setrið
Skriva út

Vísindavøka í Klaksvík í kvøld

Í kvøld klokkan 19 verður Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavni, har Meinhard Eliasen, Zvonko Mrdalo og Sólvá Káradóttir Eliasen, granskarar, hava framløgu

Vísindavøkan á ferð kemur til Klaksvíkar í kvøld við tiltaki á Klaksvíkar Bókasavni við trimum framløgum, sum eru umleið 20 minuttir hvør.

Skráin í kvøld er henda:

Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

Skráin fyri stóra Vísindavøkutiltakið, sum verður fríggjadagin 23. september í Løkshøll, er her.