(Foto: gransking.fo)
Brynhild Thomsen
21.09.2021
Setrið
Skriva út

Vísindavøka í Klaksvík

Vísindavøkan á ferð 2021 heldur fram við trimum spennandi framløgum á Klaksvíkar bókasavni í kvøld

Í kvøld, týskvøldið 21. september kl. 19, verður vísindavøkan á Klaksvíkar bókasavni, har tríggir granskarar fara at hava framløgu.

Fyrstur at leggja út verður Hans Ellefsen frá Søgu. og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum fer at hava fyrilestur undir heitinum, "Føroyskur fiskivinnupolitikkur seinastu umleið 40 árini".

Síðani hevur Jón Aldará frá Tjóðsavninum framløgu við heitinum, "Náttúran í Koltri".

Triðju framløguna eigur Bjarti Thomsen frá Umhvørvisstovuni. Hon eitur "Í roynd og veru: Sólorka - royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?".

Hvør framløga er 20-25 minuttir, og tiltakið er ókeypis og alment.

Vísindavøkan er størsta almenna granskingartiltak í Føroyum við granskarum á ferð kring landið og einum stórum endabresti í Kongshøll á Vestaru bryggju 24. september.

Sí skránna fyri vísindavøkuna á ferð her.