Tveir granskarar hava framløgu á bókasavninum í Sørvági í kvøld (Foto: gransking.fo)
Brynhild Thomsen
22.09.2021
Setrið
Skriva út

Vísindavøka í Sørvági

Vísindavøkan á ferð 2021 endar á Sørvágs bókasavni í kvøld við tveimum granskarafyrilestrum

Í kvøld, mikukvøldið 22. september kl. 19, verður vísindavøka á Sørvágs bókasavni við tveimum framløgum.

Fyrstur at leggja fram verður Jógvan í Lon Jacobsen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum. Hansara framløga kallast Føroysk purisma.

Síðani fer Meinhard Eliasen frá Umhvørvisstovuni at hava fyrilestur um grundvatn, har hann spyr, hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni, og um leiklutin, sum vatnið hevur í sambandi við jarðhita.

Hvør framløga er 20-25 minuttir, og tiltakið er alment og ókeypis.

Hæddarpunktið á vísindavøkuni 2021 verður fríggjadagin 24. september í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju. Tá er full skrá dagin á tamb.

Lesið skránna her.