Brynhild Thomsen
02.09.2022
Setrið
Skriva út

Vísindavøkan á ferð kring landið

Vísindavøkan fer á ferð kring landið 12.-19. september við framløgum av gransking í Havn, Klaksvík, Sørvági, Sandi og Hovi

Stóra Vísindavøkan, sum Granskingarráðið í samstarvi við føroysku granskingarstovnarnar skipar fyri, verður í Løkshøll í Runavík tann 23. september, men frammanundan verið farið á ferð við granskingini kring landið og byrjað verður í Havn.

Talan er um fimm tiltøk, í Havn, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Hovi. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur upp á umleið 20 minuttir hvør við granskarum og øðrum frá ymsum granskingarstovnunum.

Skráin er henda:

Landsbókasavnið í Havn mánakvøldið 12. september kl. 19

Frá útláti til stein - CO2-goymsla í føroysku undirgrundini
Rakul Maria Johannesen, Jarðfeingi

Skíggin - ein góður tænari, men ringur harri
Gitte Klein, Fólkaheilsuráðið

At finna høpi í lockdown: Ein kanning av koronudagbókum
Erika Hayfield, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 13. september kl. 19

Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 14. september kl. 19

Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum
Gethin Roberts, Umhvørvisstovan

Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri COVID-19
Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið

Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum
Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Sands Bókasavn hóskvøldið 15. september kl. 18.30

Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju
Inga Kristiansen, Havstovan

Møguleikar fyri sjóvarfalsorku í føroysku firðunum
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Miðnámsskúlin í Hovi mánakvøldið 19. september kl. 19

Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið

Keyp og søla av orku - frá monopoli til marknað
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan

Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini.