Heini í Skorini hevur latið nýggja grein úr hondum um vísindi, polarisering og anti-vísindalig rák
17.07.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Vísindi sum politiskur vígvøllur

- Hvat er tað, sum annaðhvørt fær fólk at góðtaka ella vraka vísindi og gransking í støðutakan til vísindaligar spurningar? Hetta viðger Heini í Skorini, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini í nýggjari vísindaligari grein

Greinin eitur ”Science as a Political Battlefield: How Cultural Values Shape People's Attitudes to Science.”

Hon er givin út sum bókakapittul í nýggjari grundbók um politiska polarisering, politiskan samleika og nýggjar demokratiskar avbjóðingar.

Bókin ber heitið ”Political Identity and Democratic Citizenship in Turbulent Times” og er givin út av vísindaliga amerikanska forlagnum IGI Global. 11 granskarar hava skrivað hvør sítt kapittul.

Greinin hjá Heina í Skorini kannar leiklutin hjá vísindi og serfrøðingum í politisku prosessini, og hvørjir faktorar hava við sær, at fólk antin góðtaka ella vraka vísindi og gransking, tá tey skulu taka støðu til ymsar aktuellar vísindaligar spurningar. Teksturin viðger hetta evnið í mun til digitalu tíðarøldina, har villleiðandi upplýsingar um vísindi og vitan ferðast skjótari enn nakrantíð áður.

Granskingarráðið er við til at fíggja hesa verkætlanina.

Leinkið til bókina, har inngangurin til greinina kann lesast, er her.

Enski samandrátturin (abstract) er soljóðandi:

“This chapter will examine the role of science and factual knowledge in public policymaking in the digital era. The chapter will address why certain scientific issues trigger political controversy and cultural polarization and what psychological mechanisms fuel political tribalism, ideological group thinking, and the rejection of facts and science in collective political decision-making. Furthermore, the digital revolution and its capability of fueling disinformation and false narratives will also be analyzed. According to the main argument, the rejection of science on particular issues is not due to public ignorance, the lack of education, or scientific illiteracy. The emergence of “post-truth politics” and the erosion of science in collective decision-making is largely caused by rising political partisanship, cultural group thinking, motivated reasoning, and identity-protective cognition.”