15.11.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Vísindi úr villum heilum

Í gjár kom "Videnskab fra vilde hjerner" út, sum er bókaútgáva hjá Strandberg Publishing, har 19 granskarar úr ríkisfelagsskapinum greiða frá um sína gransking

Føroyska íkastið í bókini eigur Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kapittulin snýr seg um talufrælsi og religión, og hvussu tøknirisarnir hava kollvelt alt orðaskiftið um nationalan og internationalan sensur.

Bókin er grundað á poddvarpið, "Videnskab fra vilde hjerner", har Anja C. Andersen, astrofysikari og professari, hevur gjørt samrøður við granskarar saman við Mikkel Frey Damgaard og Mette Holbæk.

- Øll kunnu lurta eftir okkara nørduta og eldhugaða poddvarpi, sum í roynd og veru snýr seg um, at mannaættin bara kann menna seg, um vit bæði brúka tíð og orku til at seta forvitnar spurningar. Og eru opin fyri svarum, sum gera okkum rættiliga ovfarin, sigur Anja C. Andersen m.a. um sendingarnar.

Í bókini grundar hon eisini um, hvat tær mongu samrøðurnar við granskararfelagarnar hava lært seg um innasta kjarnan í granskingini: Hvussu vit bara kunnu skapa nýggja vitan í samstarvi við onnur; hví vit skulu varðveita okkara barnsliga forvitni; og hvussu vit øll somul kunnu læra at hugsa eitt sindur meira sum ein granskari og vera opin fyri óvæntaðum svarum.

Hinir granskararnir í bókini eru m.a. Morten Meldal, kemikari og nobelheiðurslønarvinnari, Svend Brinkman, sálarfrøðingur, Lone Simonsen, epidemigranskari, Trine Baumbach, professari í revsirætti og Mimik Rosing, geologur.

Lurtið eftir poddunum, Vilde hjerner, her.