University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 13

- At fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya er íløga í vitan, vinnu og samfelag, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Foto: Jens Kristian Vang)

26.06.2026
Setrið

Visit Faroe Islands: Vísindaliga ráðstevnan hjá Setrinum gav 30 mió kr

- Tá ið vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, nú fyribilsuppgerð vísir, at risastóra vísindaliga ráðstevnan hjá Fróðskaparsetri Føroya gav 30 milliónir krónur í útflutningsvirði

UArctic Congress 2026, sum Fróðskaparsetur Føroya fyriskipaði og var vertur fyri síðst í mai, er størsta ráðstevna, sum nakrantíð er hildin í Føroyum.

Við 1.400 luttakarum og eini fyribils meting, sum vísir, at umleið 30 milliónir krónur liggja eftir í útflutningsvirði, hevur ráðstevnan staðfest, at altjóða ráðstevnur eru ein týðandi partur av føroysku ferðavinnuni, skrivar Visit Faroe Islands m.a. í tíðindabrævi um Føroyar sum vinnuferðamál.

Haraftrat kunnu aðrar óbeinleiðis inntøkur væntast at koma í framtíðini av nýggjum altjóða vitanarsamstørvum og netverkum, sum ráðstevnan birti uppundir.

– Tá ið vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis. Vit styrkja okkara granskingar- og útbúgvingarsamstarv, men vit skapa eisini arbeiði og inntøkur hjá føroyskum fyritøkum og geva okkara mentan ein altjóða pall. Tað er ein íløga í bæði vitan, vinnu og samfelag, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni.

– Vit á Visit Faroe Islands vilja fegin ynskja Fróðskaparsetri Føroya hjartaliga til lukku við ráðstevnuni, sum var eitt megnaravrik, sigur Annleyg Lamhauge, leiðari fyri vinnuferðavinnu á Visit Faroe Islands.

Umframt at styrkja vísindalig samstørv og altjóða netverk, skapa ráðstevnur stór búskaparlig virði og geva Føroyum ein serstakan møguleika at vísa seg fram fyri heiminum, stendur í tíðindaskrivinum.


Lesið meira HER

Síggið eisini stutta filmin, sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur gjørt av nøkrum av bestu løtunum á UArctic Congress 2026 HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 08 14 At 11 29 21 WELCOME Iifet2026

    Almennur fundur um framtíðar fiskivinnustýring

  2. Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur

    Turið Sigurðardóttir 80 ár

  3. Skærmbillede 11 8 2026 11247 Www.Iifet2026.Com

    IIFET 2026: Setrið vertur fyri altjóða fiskivinnuráðstevnu