24.09.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

"Vit, fólkið í Føroyum"

Írski heimsspekingurin Garrett Barden heldur fyrilestur mánakvøldið um hugtakið 'fólk' og stjórnarskipan


Garrett Barden er írskur heimsspekingur, ið hevur skrivað nógv um rættarheimspeki og hevur m.a. útgivið bókina “Law and Justice in Community” (2010) saman við Tim Murphy.

Bókin viðger spurningar sum Barden hevur verið upptikin av, t.d. hvussu samfelag manna millum tekur seg upp, hvussu lógir taka seg upp og hvønn leiklut tær hava og viðurskifti millum myndugleika og samfelag.

Mánakvøldið komandi 26. september kl. 19 heldur Garrett Barden fyrilestur í Jónas Broncksgøtu 25, veghæddini. 

Heitið á fyrilestrinum hjá Barden, sum er aktuelt í hesum tíðum, nú arbeitt verður við nýggjari stjórnarskipan, er: "Who are 'We, the people' of the Faroe islands?"