Skriva út

Vit hava góðar framtíðarvónir

Tað fløvar at lesa greinina hjá Kristinu Háfoss mentamálaráðharra í Sosialinum 28.apríl. Nú fíggjarlógaruppskotið er klárt og aftaná, at vit hava lisið greinina hjá Kristinu Háfoss, fegnast vit um at vallyftini, um at menna Fróðskaparsetrið, vóru ikki bara tóm orð, sum onkur kanska var bangin fyri.


Soleiðis skrivar Kristina Háfoss í Sosialinum: 

 

"Neyðugt er, at vit geva alsamt fleiri ungum í Føroyum møguleikan at velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, og hetta verður gjørt við eini røð av átøkum í 2008. Tí helst størsta uppraðfestingin av hesum øki nakrantíð í Føroyum, verður gjørd í 2008. Umframt at nýggj lóg verður sett í gildi, er játtan sett av til at uppstiga fleiri útbúgvingar til BA-støði, byrja eina røð av nýggjum hægri útbúgvingum og at taka munandi fleiri inn á útbúgvingarnar til lærara og námsfrøði. Fylgjandi átøk eru á skránni í 2008:

 

 Fróðskaparsetur Føroya.

- Lóg um Fróðskaparsetur Føroya sett í verk. Føroya Læraraskúli, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Fróðskaparsetur Føroya, gerast allir partar av nýggja Fróðskaparsetri Føroya. - 4 nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum: KT-verkfrøðí, Hav- og jarðfrøði, Lívfrøði og Løgfrøði. Í hesum sambandi verða ein røð av nýggjum vísindaligum størvum á Fróðskaparsetrinum, har gransking verður týðandi partur av starvinum.

 

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. - Nýggj ískoytisútbúgving í sjúkrarøktarfrøði (uppstiging til BA). Ein klassi verður upptikin í august. - Fáast neyðugu plássini til starvslesandi verða fleiri upptikin til vanligu sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina í februar 2009.

 

Læraraskúlin. - Uppstiga læraraútbúgving og námsfrøðingaútbúgving til BA. - Ein eyka klassi upptikin til læraraútbúgvinging og ein eyka klassi upptikin til námsfrøðingaútbúgvingingina. - Seta samskipara til, at samskipa og menna eftirútbúgvingartilboð á Læraraskúlanum. - Nýggj lesivegleiðaraútbúgving á Læraraskúlanum.

 

Vinnuháskúlin og Handilsskúlin. - Farið verður í næstum undir, at gera neyðugar tillagingar fyri, at Vinnuháskúlin - og væntandi eisini partar av útbúgvingartilboðunum á Handilsskúlanum - kunnu gerast partar av Fróðskaparsetur Føroya.”